HB kom vćl frá byrjanini í kappingini um Lřgmanssteypiđ. Uni Arge skorađi tvey mál og Jón Rói Jacobsen eitt í fyrsta steypadystinum móti B68.
Men tađ var B68, sum fekk fyrsta máliđ í dystinum. Řssur Hansen skorađi. Lřtu seinni javnađi Uni Arge til 1-1, og hetta var eisini střđan í hálvleikinum.
Fyrri h+alvleikur var nřkurlunda javnur, men í seinna hálvleiki hevđi HB hampiliga yvirvág og fekk tvey mál aftrat.
Fyrst skorađi Jón Rói Jacobsen eftir sending frá Una, sum rann leysur frá miđjuni, og seinni skorađi Uni sjálvur eftir sending frá Andrew á Flřtum.
Í hesum seinna fřrinum vóru fyrst Jón Rói og Andrew í álopi, og Uni kom sum onnur álopsbylgja úr vintra borđi og setti bóltin í mál.
Mikil rómur í HB-húsinum.
...