FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 22.03.2002 | Evni: Løgtingið
    Sjálvberandi búskapur í eygsjón
    Jógvan Arge skrivar:

    Eftir fýra ár við fullveldispolitikki eru Føroyar nógv nærri sjálvberandi búskapi, enn vit nakrantíð hava verið.

    50 ár við heimastýri heftu okkum at donskum pengum. Við ríkisveitingini keyptu danir sær makt í Føroyum. Við ríkisstudninginum komu pengar inn í renslið, sum vit ikki sjálvi skaptu virðir fyri.

    Tað gjørdi okkum búskaparliga løt og slepti okkum undan at fremja neyðugar effektiviseringar

    Á lutfallinum millum tað, sum vit hava brúkt, og tað, sum vit hava framleitt, kann síggjast, hvussu vit blivu alsamt meir heft av donskum pengum.

    Í sekstiárunum var innlendska nýtslan 13% størri enn bruttotjóðarúrtøkan, í sjeytiárunum 14% størri og í áttatiárunum 18% størri.

    Hendan meirnýtslan varð í stóran mun fíggjað við studningi úr Danmark - og sum fráleið eisini stórum uttanlandslánum. Til endans rapaði allur búskapurin.

    Men seinastu árini hevur verið vent í holuni, og í nítiárunum hava vit í meðal framleitt 3% meir enn vit hava brúkt um árið.

    Tí hava vit fingið minni arbeiðsloysi, skattalætta, betri undirstøðukervi, hækkaðar játtanir til almennar tænastur, pensjónir og aðrar vælferðarveitingar.

    Búskapurin góður

    Vit hava so at siga heldur ikki brúkt blokkstudningin. Landskassin, kommunurnar, arbeiðsloysistryggingin og aðrir almennir samfelagsstovnar hava havt yvirskot, sum hevur svarað til blokkin. Yvirskotið er farið til at gjalda skuld niður við og at byggja upp gjaldførisgoymslur at taka til, um búskapurin aftur verður fyri bakkasti.

    Føroyska samfelagið hevur ikki longur uttanlandsskuld, men eigur pengar til góðar í útlondum. Í 1992 skyldaðu vit 7,9 mia. kr. uttanlands. Fyribils uppgerð fyri árslok 2001 vísur, at vit tá áttu 3 mia kr. meir í útlondum, enn vit skyldaðu útlondum.

    Sjálvur landskassin skyldar framvegis danska statskassanum 3,4 mia. kr. Men landskassin eigur eisini ognir sum Føroya Banka, Fiskasøluna og Fiskavirking umframt aðrar grunnar og almennar fyritøkur. Hesar ognir verða mettar í minsta lagi at viga upp ímóti skuldini hjá landskassanum.

    Landskassin eigur nógv meira tøkan pening í landsbankanum enn nakrantíð. Seinasta ársfjórðing var gjaldførið í meðal 2300 mió. kr.

    Tað almenna væl fyri

    Landskassin veðheldur heldur ikki nær til so nógv, sum í áttatiárunum. Veðhaldsskyldurnar vóru í 1989 2.000 mió. kr. og koyrdu landskassan um koll. Í dag eru veðhøld landskassans fyri privatum skuldnarum einans fyri 7 mió. kr.

    Tað almenna er tí sera væl fyri at standa ímóti minking av blokkinum í komandi tíðum.

    Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið fíggjar- og búskaparmál hetta valskeiðið. Rikin hevur verið ein miðvísur og ábyrgdarfullur politikkur, hvørs endamál hevur verið at gera okkum óheft av donskum studningi samstundis sum sosial trygd og íløgur í framtíðina hava verið raðfestar hægst.

    Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at halda kósina fram móti einum sjálvstøðugum og sjálvberandi Føroyum.

    Sjálvberandi búskapur er fyritreyt fyri einum betri Føroyum og veruligari vælferð í egnum landi.


    < Kirkjubøstólarnir og sóknarkirkjan | Kirkjubøur í KSF >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR