Spurningur:
Hey Jógvan!
Samstarvið millum tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin tykist rættiliga slitið beint nú, og javnaðarflokkurin ætlar sær at loysa ríkisrættarliga spurningin í komandi valskeiði, kemur hann í samgongu. Hvar stendur tjóðveldisflokkurin í hesum ”scenariinum"?
Forvitin
Svar:
Hey Forvitni! Takk fyri spurningin, sum óivað er sera viðkomandi. Eg kann siga so mikið, at ilt er at spáa um, hvussu støðan verður eftir 30. apríl.
Tí ber heldur ikki til at siga nakað avgjørt um samgongur tá, men eg hugsi ikki, at tað er nøkur loyna, at ein breið samgonga millum tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin er fyrsta val tjóðveldisfloksins, sum tað eisini var eftir seinasta val.
Í samráðingum um slíka samgongu verður ríkisrættarligi spurningurin eitt av punktunum, sum tingast skal um. Í valskránni halda vit okkum til sjálvstýrissamtyktina, sum varð gjørd á løgtingi í fjør um at tøma heimastýrislógina í seinasta lagi 2012.
Vóni at svarið kann brúkast og gott val
Jógvan.