FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 20.03.2002 | Evni: Býráðið
    Bakkamálið spøkir aftur
    Tórshavnar Býráð hevur aftur havt spurningin um sethúsabygging á einum kommunalum neystataki úti í Bakka til viðgerðar.

    Av tí, at almenna lýsingin av málinum kann skiljast eins og at alt býráðið tekur undir við óregluseminum úti í Bakka, fari eg at skoyta nøkur orð uppí.

    Tað var ikki alt Tórshavnar Býráð, sum á fundi týskvøldið mælti til at broyta byggisamtyktina fyri Tinganes soleiðis, at sethús eisini kunna byggjast í Bakka.

    Samtyktin varð gjørd við teimum átta atkvøðunum hjá samgonguni fyri og teimum fimm atkvøðunum hjá minnilutanum í móti.

    Minnilutin helt fast við ta støðu, sum hann áður hevur havt í hesum kommunala vinarmáli, og tók undir við tí mótmæli, sum er komið frá grannum.

    Í byggi- og býarskipanarnevndini hava eg sjálvur og Hildur Eyðunsdóttir heldur ikki tikið undir við, at neystagrundin í Bakka verður frámatrikulerað restini av Tinganesi, so býráðið kann leiga takið á neystunum til sethús.

    Av tí, at spurningurin um byggingina úti í Bakka bæði er í rættinum og í landsstýrinum og trætumálið sostatt ikki avgreitt, mæltu vit á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin frá at fara undir nakra frámatrikulering.

    Úrslitið varð kortini, at samgongan samtykti at biðja Matrikulstovuna fara undir frámatrikuleringina.

    Støðan í málinum er nú, at tað stendur til landsstýrið og tess bygginevnd at taka støðu til, um fyritreytirnar fyri at broyta byggisamtyktina úti í Bakka eru loknar. Tað halda vit ikki.

    Jógvan Arge


    < Hitt olympiska neistarokið | Umsókn frá Argja Róðrarfelag >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR