Tórshavnar Býráð er kallað inn til eykafundar í kvøld. Høvuðsorsøkin man vera, at býráðið skal taka støðu til limaskap í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, KAF. Uppskot er um at leggja tey bæði kommunalu arbeiðsgevarafeløgini saman í eitt felag.
Tá lønarsamráðingar vóru við Starvsmannafelagið og Petagokfelagið samráddust bæði kommunalu arbeiðsgevarafeløgini saman, og hetta varð hildið at rigga væl. Síðani hava formenninir í báðum feløgunum arbeitt við einum leisti at leggja feløgini saman.
Uppskotið kemur til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld klokkan 18.00. Aðalafundur verður í Kommunusamskipan Føroya hósdagin.