FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 19.03.2002 | Evni: Ítróttur
    Hitt olympiska neistarokið
    Jógvan Arge skrivar:

    Neistarnir eru farnir at at fúka úr olympiska loganum.

    ÍSF-forsetin metti tað nú ein dagin sum størsta tilburð í ítróttasøgu okkara, at danski forsætisráðharrin onki hevði ímóti, at “det selvstændige folkesamfund” Føroyar søkti um limaskap í altjóða olympisku nevndini IOC.

    Ætlandi tók hann í ovfarakæti munnin í so fullan. Nú er hann bæði rísin og ófantaligur, tí altjóða olympiska nevndin hevur greitt frá, at bert sjálvstøðug lond, sum altjóða samfelagið hevur viðurkent, kunna fáa limaskap har.

    Líkt er til, at brøkurnar hildu ikki longur til hetta øgiliga gleivið hjá ítróttaforsetanum, og hann fór at rópa upp á sabotasju móti sær.

    Men tað hevur onki við sabotasju at gera, at eitt blað í Føroyum spyr seg fyri hjá altjóða olympisku nevndini um, hvørja støðu hon hevur til eina ætlaða føroyska umsókn. Tað er virkin og reiðiligur journalistikkur.

    At forsetin so eisini fer eftir manninum, sum er førur fyri at tosa móðurmálið hjá næstformanninum í olympisku nevndini, sømir seg lítið einum, sum strembar eftir at umboða ta reinu og skæru olympisku hugsjónina.

    Hann kundi fyri tað verið farin í hernað móti danska ítróttasambandinum. Í tíðindaskrivi seinasta mikudag segði DIF, at ”der er dog stadig et stykke vej, før Færøerne kan se landets eget flag veje ved legene”.

    ”I IOC’s regler for optagelse af nye medlemslande er det nemlig klart understreget, at der skal være tale om en ”uafhængig stat, der er anerkendt af det internationale samfund”.”.

    Hetta samsvarar upp á prikkin við tað, sum russiski varaformaðurin í IOC, Vitalij Smirnov, svaraði Ivani E. Moskalenko á Fregnum, tá hann legði spurningin fram fyri hann.

    Ongin ivi er um, at olympiskur limaskapur verður eitt nýtt, vakurt og spennandi blað í føroyskari ítróttasøgu og fer at hava við sær avbjóðingar, sum vit hava brúk fyri.

    Men soleiðis, sum landið liggur, fáa vit valla høvi til at fylkjast undir olympiska loganum, fyrrenn Føroyar eru sjálvstøðugt land.

    ---


    < Blokkstuðul er makt | Bakkamálið spøkir aftur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR