FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 18.03.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Hví fara pensjonistar til sambandið?
    Spurningur:

    Halló Jógvan: Hvussu tulkar tú nýggjastu veljarakanningina, sum m.a. sigur, at pensjonistarnir helst fara at velja Sambandsflokkin fram um í hesum førinum Fólkaflokkin? Er ov lítið gjørt fyri pensjonistarnar?

    Spurin

    Svar:

    Halló hin spurni.

    Tað kann ikki vera tí, at landsstýrið hevur forsømt pensjonistarnar, at eldri veljarar fara frá fólkaflokkinum til sambandið, tí landsstýrissamgongan hevur ikki forsømt pensjonistarnar.

    Eg vil siga tvørturímóti, tí tá landsstýrið tók við í 1998 vóru 885 mió kr. á fíggjarlógini til almannamál. Á fíggjarlógini, sum nú er samtykt, standa 1,1 mia. kr. til almannamál. Hetta er ein munandi vøkstur.

    Tann vaksandi játtanin hevur havt við sær, at pensjónirnar ongantíð í søguni eru hækkaðar so nógv, sum hetta skeiðið. Til dømis fær ein føroyskur fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku, í dag góðar 1700 kr. meir um mánaðin, enn hann fekk fyri fýra árum síðani.

    Í fleiri førum eru føroyskir fólkapensjonistar eisini á hægri stigi enn í Danmark, sum liggur millum tey hægstu í Norðurlondum. Eftir tær seinastu broytingarnar í pensjónslógunum eru eisini betri møguleikar at hava arbeiði aftrat pensjónini.

    Fyri framman stendur spurningurin at loysa tørvin á røktarheimum. Tann fyrsta lóggávan er gjørd, og búskaparliga grundarlagið til at loysa hesi mál er fingið til vega.

    Tjóðveldisflokkurin hevur sett út í kortið at loysa tann akutta tørvin saman við kommununum í komandi fýra ára skeiði.

    Ætlanin er at gera eina avtalu millum land og kommunur um íløgur og skattabýti. Fyrstu fýra árini skal tann akutti tørvurin loysast og innan næstu átta árini skal trygd kunna veitast fyri plássi á sambýli ella røktarheimi innan eitt ár frá umsókn.

    Nei, eg dugi ikki at siga, hví pensjonistar hava hug at flýggja yvir í sambandið nú, men tað hevur ikki verið ókent, at nógv eldru atkvøddu fyri sambandinum.

    ---


    < Løgtingsvalið lýst | Nýtt kommunalt arbeiðsgevarafelag >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR