Tjóðveldisflokkurin hevur um vikuskiftið hildið floksting í Virkinum heima á Sandi. Tingið varð væl vitjað av fólki úr øllum landinum og endaði við rimmarveitslu við røstum kjøti og súpan leygarkvøldið.
Løgtingsvalið og fyrireikingarnar til tað vóru fremst á skránni á tinginum. Lagt varð fram tilfar, sum er fyrireikað til valstríðið og orðaskifti var um ta politisku støðuna nú og komandi.
Flokkurin hevur prentað nýggjan bókling við stevnu og stevnumiðum tjóðveldisfloksins. Stevnan er tann sama, sum hon hevur verið frá fyrsta degi, og stevnumiðini eru dagførd til dagin í dag.
Gjørd verða eisini trý faldibløð at nýta í valstríðnum. Í teimum verða týdningarmikil samfelagsevni úr hesum seinasta landsstýrisskeiðnum lýst.
Flokstingið viðgjørdi eisini sjálva valskránna hjá tjóðveldisflokkinum, sum hevur fingið heitið ”12 greið boð upp á framtíðina í einum frælsum Føroyum”.
Har verður m.a. sagt: ”Vit hava ongantíð verið nærri einum frælsum Føroyum og einum sjálvberandi búskapi. Grundin er laðað. Húsini eru reist og partvíst innilokað. Nú er eftir at innrætta eini góð hús til føroyingar, hava góða innløgu og halda skil á húsarhaldinum”.
Tjóðveldisflokkurin sigur, at hetta løgtingsvalið er eitt avgerandi val fyri framtíðina hjá øllum føroyingum. Vit kunna velja ábyrgdina, áræði, sjálvbjargni og framhaldandi menning – ella vit kunna skúgva ábyrgdina frá okkum, leggja okkum upp afturá og bíða til vit einaferð vakna aftur við kaldan dreym – eins og vit gjørdu í kreppuni.
Tjóðveldisflokkurin í landsins leiðslu er trygdin fyri eini ábyrgdarfullari kós við støðugari menning fyri land og fólk. Vit standa við okkara hugsjónir og vit føra tær út í lívið.
Valskráin í stuttum:
1. Kósin verður hildin fram móti frælsum Føroyum
2. Skil verður á búskapinum
3. Trivnaðurin verður raðfestur fremst
4. Tryggir karmar verða um vinnuna
5. Føroyska tjóðin eigur oljuna
6. Lægri skattur á arbeiðsløn og umhvørvisdyggari framleiðslu
7. Allir føroyingar eiga rætt til útbúgving
8. Mentan er lívsæðrin og sum lítil tjóð nýta vit lutfalsliga meir til mentamál enn størri lond
9. Børnum og ungum verða tryggjað rættindi til mentanarlig tilboð, útbúgving, ávirkan og virkna samfelagsluttøku
10. Farið verður í hernað móti rúsevnismisnýtslu
11. Skil verður fingið á økismenningina
12. Landsins umsiting verður gjørd einfaldari og rættvísari
---