Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt sterkan lista í Sandoy. Hann stillar tvey valevni upp í Skopun og tvey heima á Sandi.
Løgtingsmaðurin Páll á Reynatúgvu heima á Sandi er á listanum saman við eitt nú skopuninginum Hans Mariusi Joensen, ið fyrr hevur umboðað Sandoynna á løgtingi.
Valevnini eru:
Bjarki Henriksen, Sandi,
Rúni Hentze, Skopun,
Hans Marius Joensen, Skopun,
Páll á Reynatúgvi, Sandi.
Tjóðveldisflokkurin hevur nú gjørt allar listarnar lidnar til løgtingsvalið.
---