FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 15.03.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Skulu listafólk vera lítillátin?
    Spurningur:

    Hey Jógvan! Hvat heldur tú um úttalilsið hjá navnanum í Fuglafirði um, at mentafólk skulu vera lítillátin?

    Mentaskuri

    Svar:

    Halló mentaskurin.

    Takk fyri spurningin. Eg haldi, at formaðurin í løgtingsins mentamálanevnd var ikki serliga hugaður fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum um størri játtan til listina.

    Tí málbar hann seg so kryptiskt í orðaskiftinum á løgtingi og kom eisini at siga, at listarfólk skula ikki krevja, men taka við tí, tey fáa.

    Hatta er eitt sjónarmið, sum ikki heldur longur. Eitt framkomið samfelag hevur bæði pláss og brúk fyri listini. Men tað er ikki ókeypis.

    Listarfólkini í dagsins samfelag mugu hava karmar at virka í, og ongin er nærri enn tað almenna at leggja botnin. Í hesum førinum ætlar landið sær at ganga á odda, men samstundis verður lagt upp til, at kommunurnar verða meiri tilvitaðar.

    Vit hava øll brúk fyri listini. Hon er ein av fyritreytunum fyri góðum trivnaði. Tá hon ger vart við vantandi umstøður, eiga vit at lurta.

    Heilsan

    Jógvan


    < Føroyar verða eitt betri land | Skal der være gilde... >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR