Brot úr samrøðu við Jógvan Arge í Fregnum fríggjadagin 15. mars 2002:
Hví stillar tú upp?
Vit hava øll rætt til at bjóða okkum fram, og tann rættin havi eg valt at brúka nú – ikki minst tí, at vit uppliva so áhugaverdar tíðir. Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki og samfelagsmálum sum heild, og sum journalistur og eygleiðari havi eg fylgt væl við í meir enn 30 ár. Tí haldi eg meg vera føran fyri at luttaka í politiskum orðaskifti og at taka avgerðir.
Hvat er títt hjartamál í politikki?
Ongin ivi er um, at eitt av mínum fremstu hjartamálum er, at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land. Eg haldi, at allir føroyingar eiga at stremba eftir, at Føroyar verða sjálvstøðugar, og at tann føroyski búskapurin verður sjálvberandi. Eg ivist ikki í, at Føroyar verða eitt betri land tann dagin, vit sjálvi ráða fyri borgum.
Hví skulu Føroyar hava fullveldi?
Tí ein tjóð skal ráða sær sjálvari og kunna virka frítt í altjóða samfelagnum. Við heimastýrislógini eru vit avmarkað til at spæla harrar í egnum húsi undir donskum statsvaldi. Vit sleppa bara tað, sum statsvaldið loyvir okkum, og mugu lata okkum lynda, at í fleiri málum sleppa vit onki. Føroyar verða eitt nógv betri land tann dag, vit hava ábyrgdina av okkum sjálvum og kunnu taka allar avbjóðingar á egnar herðar.
Vit kunnu taka ítróttafólkini sum fyrimynd. Áðrenn tey fingu altjóða avbjóðingar, høvdu tey ikki hóming av, hvat tey kundu avrika í mun til onnur. Nú himprast tey ikki við at kenna seg sum javnlíkar við sjálvt tær størstu stjørnurnar úti í heimi. Soleiðis fer føroyingurin sum heild eisini at kenna seg tann dagin, hann ræður fyri sínum egna landi. Sjálvræði er ein spurningur um hugburð og álit á sjálvan seg.