Spurningur: Hvussu heldur tú, at hetta øki best verður røkt? Eiga barnaverndirnar at verða avtiknar, soleiðis at bert fakfólk arbeiða við hesum, og at tað verður ein landsuppgáva, sum landskassin fíggjar? Ella eru nakrir fyrimunir við, at hetta framhaldandi er ein kommunal uppgáva, sum kommunan kemur at fíggja (samb. stýrisskipanarlógina)?
Heilsan
bf
Svar: Halló bf. Her vóru nógvir spurningar í einum, men eg skal royna at koma við einum svari. Havi fylgt við orðaskiftinum, sum í seinastuni hevur verið um barnaverndarnevndirnar og uppskotið um skipan av teirra arbeiði í framtíðini.
Skilji á lagnum, at langt er millum tær kommunurnar, sum hava eitt sindur av umsitingarligum førleika, og álitið, sum vil gera barnaforsorgina til eina landsuppgávu burturav.
Havi hug at taka undir við sjónarmiðnum, at tað er mótsigandi, samstundis sum dentur verður lagdur á at leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar, at koma við einum áliti um at taka mál frá kommununum, sum tær higartil hava havt ábyrgdina av.
Hinvegin dugi eg væl at síggja, at barnaforsorgin valla er í nóg góðum hondum í smærri bygdum, sum er. Fyri teirra viðkomandi er helst meining í at gera nýggjar eindir at taka sær av hesum málum í størri økjum.
Eg eri ikki vísur í, at barnaverndirnar skula takast av og alt málsøkið latast fakfólkum. Her hava vit fyri einaferð skyld borgaran engageraðan í umstøðunum hjá medmenniskjunum. Tað er ein týðandi partur av tí medviti, sum vit eiga at hava í okkara samfelag.
Eg ivist stórliga í, um tað er rætt at koyra alt hetta málsøki undir landið. Eri bangin fyri, at fjarstøðan millum fólkið og eina slíka fyrisiting verður ov stór – teimum til ampa, sum hava brúk barnaforsorgini.
Um hvør, ið skal gjalda, er vanlig hugsan nú, at tann ber kostnaðin, sum ræður.
Vónandi var eitt sindur av skili í hesum.
Vinarlig heilsan
Jógvan