FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 27.02.2002 | Evni: Viđmerkingar
    Fer sambandiđ fallitt?
    Ein aktuell viđmerking til Lisbeth og Heđin:

    Sambandsfólk gremja seg illa í hesum dřgum, tí tađ gongur so illa í hond hjá teimum í peningamálum.

    Forkvinnan Lisbeth L. Petersen gremur seg vegna sítt egna barn Dimmalćtting, sum hevur fingiđ trupulleikar í kappingini á fjřlmiđlamarknađinum.

    Kappingarneytin Heđin Mortensen gremur seg vegna sítt barn, donsku veddingarpengarnar í Fřroyum, sum kanska fara at fćkka í stórum.

    Lisbeth tekur so rívan til í einum uppskoti, sum hon vegna sambandsflokkin hevur lagt fram á ting, at nú skula lýsingar brádliga bannast í teimum loftbornu fjřlmiđlunum.

    Hetta skal gerast tí, at lýsingarnar í útvarpi og sjónvarpi eru ov hřrđ kapping fyri Rás 2 og blřđini.

    Sjálv er hon ein av megineigarunum í partafelagnum, sum eigur Dimmalćtting, og hon tykist ikki aftra seg at brúka lřgtingiđ til at gera kappingarstřđuna hjá sínum egna partafelag betur.

    Heđin gremur seg nú dag um dag í fjřlmiđlunum um Dansk Tipstjeneste, sum ikki vil endurnýggja sáttmálan viđ P/F Ítróttavedding fýra ár aftrat.

    Danskararnir bjóđa seg til at longja sáttmálan eitt ár, men gera annars vart viđ, at fřroyingar spćla ikki nćr til so nógv, sum vćntađ varđ, tá danska veddingin byrjađi í Fřroyum.

    Hetta eru rein orđ fyri pengarnar, men kortini hevur stjórin í P/F Ítróttavedding longu fleiri ferđir róđ uppundir, at Tinganes skal rykkja út viđ einum endurgjaldi fyri tćr skerjingar, sum kanska verđa í upphćddini frá Dansk Tipstjeneste.

    Tađ skal ikki undra, at hann fyri 30. apríl fer at leggja eitt uppskot fram á ting um at tryggja ítróttinum teir mistu pengarnar úr landskassanum.

    Tađ kann hann mřguliga gera til frama fyri ítróttin viđ eitt sindur betri rćtti enn forkvinna hansara, sum stríđist á tingi fyri at lívga sínum egna partafelag.

    Men í báđum fřrum er skeggiđ nćrri hřkuni, enn gott er!

    ---


    < Svar til Jógvan viđ Keldu | Hvat heldur tú um barnaforsorg? >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR