Tórshavnar Býráð fer á eykafundi hósdagin klokkan 17.30 taka støðu til tilboðini, sum eru komin inn upp á tveir dagsstovnar, ið ætlanin er at byggja á Hamrinum á Argjum og við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Kommunan hevur einaferð fyrr boðið hesar stovnarnar út, men mátti gera útbjóðingina til onkis, tí tað bar ikki til at finna útav, hvør hevði besta boð.
Hesaferð eru stovnarnir bodnir út í innbodnari totalarbeiðstøku millum teir, sum buðu fyrru ferð.
Tilboðini vórðu latin inn 14. desemer 2001, og inn komu seks tilboð frá trimum arbeiðstakarum. Sambært bløðunum hevði Sp/f Høgni Mikkelsen lægstu boðini í báðum førum, meðan Sp/f Búsetur var næstlægst.
Men prísurin er ikki einsamallur avgerandi. Hann telur 40 prosent í metingini, meðan arkitekturur og innrætting telja 40 prosent og tilfar 2o prosent.
Til at taka dagar ímillum setti kommunan ein metingarbólk av embætisfólkum og einum umboð fyri Arkitektafelagið.
Bólkurin hevur viðgjørt tilboðini og fer at greiða frá sínum tilmæli á fundum í mentamálanevndini mikudagin 9. januar og í fíggjarnevndini hósdagin 10. januar.
Sambært dagsskránni hjá sjálvum býráðnum hósdagin 10. januar kemur málið til viðgerðar á bæði fyri læstum hurðum og á opnum fundi.
Dagstovnarnir skula hvør hava pláss fyri 36 barnagarðsbørnum og 24 vøggustovubørnum. Ætlanin er, at teir skula verða klárir at taka móti børnunum í seinasta lagi 1. november í ár.
---