Eitt tað mest sjáldsama, føroyingar gjørdu í Grønlandi, var, at teir settu búgv á somu oyggj, sum tann óhugnaligi Kap Farvel er á. Øll ræddust, tá fiskimenn skuldu um Kappan. Suðurendi Grønlands var ein ræðumynd, og ongin avvarðandi kendi seg tryggan, fyrrenn skipini í øllum góðum vóru komin um Kap Farvel ella Hvarvið.
Skipini hildu seg eisini langt suður úr Kappanum tey fyrstu mongu árini, men eftir kríggið fóru teir at nærkast honum, og smátt um smátt funnu menn góðar fiskileiðir har. Bretar og týskarar vóru kanska teir fyrstu, sum fóru at trola á Kappanum, og norðmenn vóru tíðliga har við línu.
Trolararnir royndu uttanfyri Kap Farvel, men línuskipini royndu eisini inni millum oyggjarnar. Føroyingar tóku eisini táttin upp. Trolarar kastaðu stundum á Kappanum, og snelluskip fingu sær støðir í ymsum firðum og sundum, meðan bátarnir royndu runt um Kappan.
Útróður á Kappanum er eitt av teimum evnum, sum verða viðgjørd gjølla í bókini “Teir tóku land” nr. 6, sum Jógvan Arge júst hevur givið út. Heilir fýra kapitlar eru um útróður á Eggersoy og hendingar, sum hava samband við hann.
Í 1959 fingu føroyingar tilboð um at fáa sær útróðrarstøð á Eggersoy, sum er syðsta oyggin í Grønlandi. Har er ein fjørður á vestursíðuni, sum nevnist Kangerdluk. Hendan fjørðin kendu tær føroysku skonnartirnar, sum royndu við bátum, og mettu hann sum ta bestu havnina á Kappaleiðini.
Grønlendingar hildu, at her fór at bera føroyingum til at fáa fisk, og samstundis loyvdu teir føroyingum at fiska frá Kappanum vestur móti Nua, sum annars var partvís stongd fiskileið fyri føroyingar.
Rýmdu úr Føroyingahavnini
Onki spurdist burtur úr fyrrenn í 1963. Tá var Victor Joensen hjá Áar Dánjali í Miðvági blivin keddur av at rógva út í Føroyingahavnini, tí har var so nógvur bátur og minni bleiv burtur úr. Beiggi hansara hevði árið fyri verið á Kappanum og róð út við báti frá línuskipinum “Stellu Mariu”.
Fiskiskapurin var góður, og Victor fekk sovorðnan fepur av hesum tíðindum, at hann fór at tosa við aðrar menn um at stovna eina útróðrarhavn har suðuri. Saman við vinnmanninum og sváginum John á Løgmansbø og fámininginum Jacob Magnussen skrivaði hann til myndugleikarnar um at fáa loyvi.
Tað var í lagi, og 11. juli 1963 fór farmaskipið “Blikur” av Havnini yvir til Eggersoy við 61 monnum, sum ætlaðu sær at rógva út haðani. Bátsmanningarnar vóru 12 í tali, og fólkið var ymstaðni frá. Flestir vóru miðvingar, men har vóru eisini fuglfirðingar, fáminingar, sørvingar og fleiri.
Teir komu yvir í øllum góðum og funnu sær pláss at byggja skúrarnar. Landsstýrismaðurin Niels Winther Poulsen, sum var í ferðini við, hjálpti teimum við lutakastinum, og allir menn vóru nøgdir.
“Blikur” søkkur
“Blikur” helt nú leiðina norður í Føroyingahavnina, har hann skuldi taka útgerð, skúrar og bátar, men á veg suður aftur til Eggersoy kom hol á skipið, og øll 40 fólkini noyddust at fara í bátarnar. "Blikur" sakk, men eitt týskt hjálparskip bjargaði fólkinum og setti tey á Reykjavík.
Millum hesi fólk vóru einir 15 útróðrarmenn, sum hoyrdu til á Eggersoy, har restin av manningin sat og fekk ikki byrjað útróður, tí teir høvdu onga útgerð, og summir høvdu ongan bát. Línubáturin “Víkingur”, sum var vaktarskip, fór fyrst yvir við salti, og seinni fór “Hólmur” yvir við salti, bensini, nýggjum bátum og monnum, sum herjaðu á eina ferð aftrat.
Í fyrstani var fiskiskapurin góður, men saman um tikið var árið vánaligt, og útróðrarmenninir skyldaðu uppá, at teir høvdu verið óhepnir. Teir vóru ikki aftur í Føroyum, fyrrenn 5. december eftir eina heimfgerð við "Karin K", sum vardi 12 samdøgur. So seint á árinum vóru ongir útróðrarmenn komnir heim úr Grønlandi.
Sigldu sjálvir suður
Árið eftir fóru nakrir bátar avstað. Tríggir sigldu alla leiðina úr Føroyingahavnini suður á Kappan. Hetta var ein long ferð, og teir høvdu tað óhapp, at ein bátur sigldi á eitt sker beint sunnanfyri Nyboes-kanal og mundið sokkið. Teir noyddust at seta bátin upp á land og fingu bøtt hann fyribils við tilfari, sum teir høvdu hjá sær. Longur suðuri fingu teir hjálp frá grønlendingum.
Menninir á Eggersoy vóru stundum í bygdini Apilatoq eftir posti leygarkvøld, og tá nýttu teir viðhvørt høvið til at dansa. Sjálvir høvdu teir guitar, harmoniku og onnur ljóðføri við sær. So lótu teir dansistovuna upp og spældu til tann alljósa morgun, til stundin aftur var komin at fara suður í Kappahavnina at hvíla seg til næstu viku.
Einasta konufólkið
Í 1965 fingu teir við neyð og deyð skravað níggju mans saman til at manna tríggjar bátar á Eggersoy. Undangongumaðurin Victor Joensen var bara sjálvur annar, men kona hansara Oda forbarmaði seg yvir hann og bjóðaði seg fram at koma við sum kokkur.
Hon var tíggjundi maður, sum fór úr Føroyum til Eggersoy at rógva út í 1965. Javnan var hon við teimum til útróðrar, og hon dróg fleiri toskar við snelluni, tá teir lógu og róku framvið sjálvum Kap Farvel.
Ein dagin kom ísurin trampandi norður gjøgnum Kappafjørðin og hótti við at stongja havnina. Oda fekk kallað á bátarnar eysturi á Gubbanesi, og teir fingu akkurát skorðað seg inn í havnina, áðrenn hon varð stongd.
Fáminingar fremstir
Seinasta árið uppi á landi á Eggersoy var 1966. Tá vóru einir átta bátar. Fiskiskapurin var misjavnur. Fámingar við “Vestursøkanum” og nólsoyingar við “Havtóri” kappaðust um fyrsta plássið. Fáminingarnir vunnu við nøkrum skippundum, sum teir fingu, meðan “Arnatindur” lá í Kappahavnini og fermdi fiskin hjá bátunum.
Í 1967 leigaði Victor Joensen “Marité” saman við nólsoyingum. Edmund Hansen var skipari. Teir royndu við bátum ymsastaðni í Grønlandi og endaðu suðuri á Kappanum. Teir fóru at sigla heim fyrst í oktober við fullum skipi.
Á heimferðini fingu teir ódnarveður. Ein sjógvur tók bátin “Íran” hjá Victori, og “Havtór” hjá Edmundi fór so illa, at teir tað sama kundu blaka hann fyri borð, tí hann var ein stórur vandi fyri skip og fólk.
“Marité” var eisini farin at leka og menninir í maskinrúminum pumpaðu fyri lívinum tað mesta av einum samdøgri. Hinir vistu av ongum.
“Vit settu okkum kanska ov vestalaga, tá vit tóku Kappahavnina. Høvdu vit sitið eystari, høvdu vit verið nærri leiðunum, har skonnartirnar fingu meginpartin av sínum fiski á Kappaleiðini”, sigur Victor Joensen Áar Dánjali í “Teir tóku land”, tá hann hyggur aftur á árini sum útróðrarmaður í Grønlandi.
---