"Teir tóku land 6" eftir Jógvan Arge er um at vera útseld.
Bókin kom út fyrst í november, og jøvn gongd hevur verið í søluni alla tíðina, men hesar seinastu dagarnar hevur rættilig ferð verið á, og forlagið hevur lítið eftir av bókunum, sum verða seldar í bókabúðum og handlum um alt landið.
- Í gjár signeraði eg ein hóp av bókum hjá Hjalmar, og tá eg var ein túr í SMS í dag, vóru fleiri, sum pakkaðu keyptar bøkur útaftur, so tey kundu fáa ein autograf við í keypið.
Tað fingu tey sjálvandi við gleði, og bókasølumaðurin Kári Árting brosaði, hóast hann noyddist at pakka bøkurnar inn aftur av nýggjum. Hetta hevur verið lagið næstan allan mánaðin, sigur Jógvan Arge.
Jógvan sigur eisini, at "TTL 6" er ikki seinasta bókin í røðini. Helst verða tvær skrivaðar aftrat um seinnu helvt av trýssunum og fyrstu árini í hálvfjerðsunum, tá útróðurin í Grønlandi fánaði burtur í onki, tí ongin fiskur var at fáa.
- Tað er hugaligt, at áhugin framvegis er líka stórur fyri bókunum. Tað stimbrar hugin til at fullføra verkið, sum farið varð undir fyri seks árum síðani, sigur Jógvan Arge.
Hvat hann fer at skriva eftir hesa røðina, vil Jógvan onki siga um, men í eini útvarpssending í vikuni nevndi hann, at tá Richard B. Thomsen á Tvøroyri hevði skrivað sínar sukcesromanir í fjøruti- og fimtiárunum og helt seg vera komnan á mál, tók hann skrivimaskinuna undir armin, tveitti hana á sjógv og skrivaði ikki ein stav aftrat.
- Kanska fari eg at sløkkja telduna, tá hetta rokið er av. Tað er neyvan gott, um tað gerst tvang at skriva eina bók til hvørji jól, sigur hann.
20/12-01