Leygardagin 1. december verður langur leygardagur í SMS. Í hesum viðfangi fer Jógvan Arge at signera Teir tóku land í Bókasøluni. Signeringin verður seinnapartin.
Vanliga plaga nógv fólk at nýta hetta høvið til at fáa undirskriftina hjá høvundinum í bókina.
Sunnudagin var Jógvan í Klaksvík og signeraði á sølustevnuni í KÍ-høllini. Har var ódnarveður við regni, vindi og vátaslettingi, men kortini kom heilt fitt burtur úr á básinum hjá Leikalund - handlinum hjá Edvardi Fuglø, sum selur bøkur, fløgur, myndir o.t.
Serliga stórur var gravgangurin ta seinastu løtuna fyri klokkan 18.00. Tá fóru so nógvar bøkur eftir fáum minuttum, at goymslan hjá Leikalundi mundið gingið undan.