Fyrsta stóra fřroyska flakavirkiđ var í Fřroyingahavnini. Har fingu nógvir menn sína upplćring í flakavinnu, og flakavirkiđ hjá Nordafar var fyrimynd fyri fleiri av teimum flakavirkjum, sum komu í Fřroyum í sekstiárunum. Flřkini vórđu seld til Bretlands og USA, og frystiskip sigldu í beinleiđis rutu úr Fřroyingahavnini til amerikanskar havnir viđ fiskinum.
Fřroyskir útróđrarmenn lótu vřruna. Teir vóru hesi árini í Fřroyingahavnini í stórum tali og róđu út viđ innstalleringum og deksfřrum. Tey fyrru árini fóru bátarnir ikki so langt úr Fřroyingahavnini, men sum fráleiđ lřgdu teir alt fjarari leiđir undir seg, og menn fóru at byggja sćr střrri bátar, skrivar Jógvan Arge í nýggju bók síni Teir tóku land nr. 6.
Tá Tórstein Christiansen í Skálavík í 1962 ćtlađi sćr at fara í Fřroyingahavnina at rógva út, var honum greitt, at teir fóru ikki at klára seg viđ einum tíggjumannafari. Teir hřvdu veriđ í Holsteinsborg áriđ fyri og komu altíđ aftur viđ fullum báti. Nú fingu teir Marjus Clementsen á Sandi at byggja sćr seksćringin “Grindafoss”.
Tađ var so skjótt, at hvřrt mansbarn í Fřroyum kendist viđ hetta navn. Vćl lá fyri hjá “Grindafossi” at fáa fisk, og longu fyrsta áriđ í Fřroyingahavnini var hann bestur. Navniđ fekk báturin eftir einum fossi í Skálavík, har Tórstein plagdi at fanga síl sum smádrongur.
Men tađ gekk onki í fyrstani. Fyrstu ferđ hřvdu teir veriđ úti í í tríggjar dagar og fingu bara 700 pund. Hinir bátarnir hřvdu 4-6000 pund. Tá gekk prátiđ á keiini, at synd var í hesum nýkomnu skálvíkingunum, sum hřvdu bygt sćr dýran bát og ongan fisk fingu.
Men Tórstein og menn hansara bóđu hinar ikki hugsa um seg. Teir skuldu nokk klára seg.
“Gigan” brendi í fisk
“Grindafossur” var 32 fřtur. Hetta sama áriđ komu grřnlandsbátar, sum vóru upp aftur střrri. Karl Jespersen á Tvřroyri bygdi “Giguna” í Punthavnini viđ Trongisvágsfjřrđ. Hon bleiv so yvirstór, men var eitt eiggiligt sprek, segđi Karl. “Gigan” var 36 fřtur langur og góđar 10 breiđur.
Ein dagin brendu teir í fisk 18 fjórđingar norđanfyri Kookoyggjarnar og fyltu bátin á tremur. Tađ var ikki meir, enn stavnarnir á honum komu undan, tá teir sigldu suđureftir, segđi ein, sum sá Karl dansa av frři afturi í rong, međan hann sigldi til avreiđingar. Veiđan vá 19.300 pund.
Hetta var střrsta veiđa í Grřnlandi tá eftir so stuttari tíđ, men “Gigan” var so tungur bátur, tá hann var lastađur, at motorurin helt ikki til stríđiđ, og teir fingu stórar trupulleikar av honum fyrsta summariđ. Endin var, at teir noyddust at skifta hann út. “Sannheitin var, at man var ov fátćkur og hevđi ikki ráđ at keypa tann rćtta motorin beinanvegin”, segđi Karl Jespersen.
“Sildin” ein fót longri
Ein av kappingarneytunum hjá “Grindafossi” og “Giguni” var seksćringurin “Sildin” úr Svínoy. Hetta var ein grřnlandsbátur, sum Bjarni Jacobsen hevđi smíđađ beiggja sínum Helga. Báturin var gjřrdur í túninum hjá Bjarna í Klaksvík. “Sildin” var 37 fřtur langur og 11 breiđur, so hann var eina tonn střrri enn “Gigan”.
Edward í Svínoy var viđ synum sínum viđ “Sildini”. Hann hevđi róđ nógv út frá skipi í Grřnlandi, tá hann var bestimađur á “Polo”. Hann hevđi onkur miđ norđuri viđ Kookoyggjarnar, og tá hann hevđi lagt nakrar ferđir, raktu teir viđ nógvan fisk viđ Bákoynna norđanfyri Kookoyggjarnar. Har lógu teir so javnan og fyltu seg.
Einaferđ hřvdu teir fylt so nógv í “Sildina”, at hon drakk í řđrum borđinum, tá teir fóru at sigla. Teir kruvdu á heimferđini, og tá teir komu til landingar, var hálvtannađ borđ frítt. Hetta fyrsta summariđ var “Sildin” í harđari kapping viđ “Grindafoss” um at vera bestur, men hon bleiv eitt hálvt tons styttri enn skálvíkingarnir.
Útróđrarbátar úr Klaksvík
Deksbátar avreiddu eisini til Nordafar. Teir vóru heldur longri úti enn maskinbátarnir – upp í einar fimm-seks dagar. Summir nýttu hřviđ til at landa í Fřroyingahavnini sunnudag, tí tá fiskađu teir ikki kortini.
Deksbátarnir vóru “Eysturhřvdi” og “Řrvur” úr Klaksvík og “Hoyvík” og “Glottin” úr Havn. Havnarmenn og skálvíkingar hřvdu keypt “Glottan” úr Klaksvík til hendan fiskiskapin. Teir hřvdu havt so góđar royndir viđ “Hoyvík” hjá Virgari Frýdal áriđ fyri.
Hesir stóru bátarnir royndu víđa. Stundum vóru teir sunnanfyri Ísblinkin, stundum norđuri í Dýpinum. Bestur bleiv “Eysturhřvdi”, sum William Joensen var skipari á. Teir avreiddu 210 tons í Fřroyingahavnini. Jóhan Petersen í Norđdepli var bestimađur.
Í 1963 fóru klaksvíkingar til Grřnlands viđ flutningsskipinum “Poppy”. Ísak Matras var skipari. Eins og “Pollur” og ein rúgva av řđrum deksfřrum avreiddu “Poppy” í Fřroyingahavnini, og hon bleiv best hetta summariđ. Teir avreiddu omanfyri 300 tons. Meginpartin av fiskinum fingu teir á Fylla Banka. Eina viku fingu teir 45 tons har.
Yvirhřvur var áriđ 1963 slakari hjá deksbátunum, og nú fóru teir eisini at fćkka í Grřnlandi.
“Njarđlingur” saknađur
“Njarđlingur” var viđ aftur hetta áriđ, og hann fylgdist heim viđ “Polli”. Hann fekk eina dramatiska heimferđ, tí teir mistu róđriđ á ferđini. Manningini eydnađist at rigga eitt neyđróđur til viđ stampum og tunnum, og “Njarđlingur” vann upp land, men fólk vóru bangin um hann, tí hann svarađi ongari radiostřđ, sum kallađi á hann.
Einaferđ kallađi hann so sjálvur á Tórshavn Radio, og gátan var loyst. Tá hann nćrkađist Fřroyum, avgjřrdi lřgmađur at senda vaktarskipiđ “Víking” ímóti honum.
Um hetta og mangt annađ kann lesast í Teir tóku land nr. 6.