Sunnudagin verður Jógvan Arge at hitta á básinum hjá Leikalund á sølustevnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Har fer hann at signera nýggju bókina "Teir tóku land 6" millum kl. 16.00 og 18.00.
Fyrr í hesum mánaðinum var hann á sølurásini í ítróttarhøllini á Skála, og har nýttu 100 fólk møguleikan at keypa bókina við undirskrift frá høvundinum.
Jógvan Arge var eisini á sølustevnuni í Klaksvík í fjør. Stórur áhugi var fyri bókini, sum í ár millum annað ger burtur úr stórum útróðrarbátum úr Klaksvík, ið róðú út úr Føroyingahavnini fyrst í sekstiárunum.
Millum hesar bátar vóru "Eysturhøvdi", "Ørvur", "Byrgið", "Poppy" og "Pollur". Teir fingu nógvan fisk í fyrstani, men síðani fór at knípa.