Óli Jacobsen skrivar um "Teir tóku land 6" í FF-blaðnum:
Fyrst skal sigast, at tað er eitt rættiligt roysni, sum Arge feðgarnir hava framt við at fáa fest á blað ta vitan, sum fólk hava um ymisk viðurskifti í landinum. Ofta verður tikið til um hendan og handan, at tað átti at verið skrivað niður, sum viðkomandi veit.
Men so knappliga er viðkomandi deyður, og tá er tað ov seint. Í øðrum førum eydnast at fáa vitanina á band. Men hetta kemur ikki rættiliga til fulla nyttu, um tað ikki samstundis verður niðurskrivað, so tað lættliga kann leitast fram aftur.
Nú er so sætta bókin komin um føroyingar í Grønlandi, og tað er greitt, at her er eitt gullnám av vitan. Samstundis er hetta ein stórur partur av okkara søgu. Afturat tí skrivliga hevur myndatilfarið eitt stórt søguligt virði.
Nú er so komið til tað tíðarskeiði, sum fólk á mínum aldri minnast, nevniliga 60-árini. Og so kann tað eisini vera stuttligt at minnast, hvussu tíðarnar kunnu skifta. Í politikki hetta tíðarskeiði var spurningurin til hvørt val, um vit kundu klára okkum uttan Danmark.
Grønland og ríkisveiting
Her vóru tveir høvuðsspurningar. Annar var ríkisveitingin. Fíggjarlógin var í 1958 15 mill og danski studningurin 10 mill. Og hvussu kunnu vit nakrantíð klára at rinda 25 mill? Í dag er fíggjarlógin meira enn 100 ferðir so stór sum hesar 25 mill! Víst hava krónurnar eitt annað virði, men kortini...
Hitt sjónarmiðið var, at um vit kvettu við ríkið, komu vit at missa øll okkara veiðirættindi í Grønlandi. Hugsa um Føroyingahavnina og allar hinar útróðrarhavnirnar, har fleiri hundrað, kanska fleiri túsund føroyingar vunnu sítt breyð! Hetta var jú ræðandi. Men tað gingu bert fá ár, tá var alt sum kallaðist rættindi í Grønlandi søga! Og ein ævintýrligur toskafiskiskapur, uppá 400.000 tons árliga, kom niður á null.
Nú hevur ikki verið tíð til at lesa nýggjastu bókina hjá Jógvani sum so, men innihaldsyvirlitið er spennandi. Fyrstu partarnir snúgva seg um Føroyingahavnina. Her var bæði útróður, flakavirki og útgerðarstøð. Her komu allar møguligar tjóðir, so her var ofta lív í.
Spurningurin er um tað ikki hevði verið grundarlag fyri eini heilari bók, kanska fleiri, um hesa havn, sum hevur navn eftir Føroyum. Fiskimannafelagið var annars ein rættiliga stórur partaeigari í Grønlandsfelagnunm, sum var føroyski parturin av Nordafar.
Bjarni bátasmiður
Blaðandi gjøgnum bókina er tað stuttligt at síggja “elligamlar” myndir av kendum persónum, sum t.d. av Svend Thulesen á ungum árum. Eins og av tí legendariska útróðrarmannin Thorstein Christiansen á “Grindafossi”.
Her eru eisini forvitnisligar upplýsingar um persónar, ein kennir, sum t.d. Bjarna og Helga Jacobsen úr Svínoy. Bjarni er ein kendur alari, sum hevur lagt sína smoltframleiðslu í Svínoy. Men nú fæst at vita, at hann eisini er bátabyggjari. Hann bygdi nevniliga beiggjanum Helga seksmannafarið “Sildin”, sum teir nýttu til útróður í Føroyingahavnini.
Annars er mamma teir báðar, Malla, sera kend hjá lesarum okkara. Nú hon gongur á 100. ári, syrgir hon fyri at hava boksina fulla av heimabakaðum breyði, so synir og ommusynir ikki skulu mangla breyð í bræði, um hon skuldi doyð!
Janus og Eirikur Jallur
Ein skemtilig søga er um “ránið” hjá Janus í Bindibókini av “Eirik Jall”, og tá Janus skjeyt eftir einum týskum trolara, sum var við at beina teimum fyri línuni. Eingin hevði gjørt Janusi tað eftir.
Nógvar aðrar hendingar eru umrøddar. M.a. tá týski trolarin “Munchen” gekk burtur í 1963 og 30 mans umkomust. Og tá “Blikur” sakk á Kappanum, og øll umborð vórðu bjargað.
Nú skipasýnið skal yvirtakast, kann verða nevnd stuttlig søga um flutningin av útróðtrarmonnum. Teir vóru vanliga fluttir millum Føroyar og Grønland við farmaskipum, har teir í stórum tali vóru stúvaðir niður í lastina. Eina ferð var ætlanin hjá einum hópi av fiskimonnum at fara til Íslands á sama hátt.
Men tá segði skipasýnið nei av trygdarorsøkum. Spurt varð, hvussu tað kundi farast til Grønlands, sum var sjey daga siglingstíð í kanska einum tí mest vandamikla farvatni í heiminum, meðan tað ikki kundi farast til Íslands, har siglingin bert var 2 dagar.
Svarið var, at sigling til Íslands var altjóða sigling, meðan til Grønlands var hon innanríkis, har tað ikki var neyðugt við so strongum krøvum! Tað skal sigast, at hetta hevði ikki borið til í dag.
Nógv verður gjørt burturúr útróðri á Eggersoy á Kappanum, sum var fyriskipaður av Samvinnufelag Fiskimanna, har Fiskimannafelagið var høvuðspartaeigari, við Hanusi við Høgadalsá sum stjóra.
Olaf og Mussi
Blaðandi til síðu 174 er mynd, sum vekir sorgblídni. Tað er javnaldurin og gamli skipsfelagin Olaf Vígdá, sum kom fyri teirri vanlagnu at verða stungin til deyðis av einum sinnissjúkum skipsfelaga, tá hann var við føroyskum skipi, sum veiddi út frá Namibia.
Og so á næstu síðu Mussi, sum eisini doyði so syrgiliga á ungum árum.
Nógv kundi verið at skriva um, men tað verður ikki pláss fyri meira í hesi greinini. Men keypið endiliga bókina!