Oljan er funnin, men tann 15. mars í ár var undirgrundaravtalan millum Føroya og Danmarkar til umrøðu á fólkatingi. Løgmálaráðharrin segði tá:
"Føroyska heimastýrið hevur við ráevnisavtaluni bert fingið lóggevandi og umsitingarligan myndugleika. Við avtaluni er sostatt ikki talan um, at Føroyar hava fingið ognarrættin til undirgrundina".
Við øðrum orðum viðurkennir danska stjórnin framvegis ikki, at føroyska tjóðin hevur ognarrættin til oljuna.
Verður hesin spurningur ikki endaliga avgreiddur, stendur eitt eljustríð um rættin til hetta ríkidømi fyri framman.
Bert ein máti er at sleppa undan hesum stríði. Tað er at taka við skeytinum til okkara land og gerast sjálvstøðugt fullveldisríki.
Slepp okkum undan einum stríði um oljuna. Stuðla sjálvstýrisgongdini í dag.
Vel Tjóðveldisflokkin.
X við E.
---