Tað er ótrúligt, at nakar kann stilla upp til fólkatingsval og siga, at
viðkomandi uttan at blunka fer upp í leypin hjá onkrum donskum flokki á
fólkatingi.
Hervið setir hetta valevni danska fólkið fyrst. Løgið at hugsa sær, at
nakar skal velja ein sum ikki setir føroyska fólkið fyrst.
Greitt er tó, at sjáldan kann ein einsamallur fólkatingsmaður vera tann
klípan, sum ger av, hvør ið fær valdið í Danmark.
Men royndir mínar frá fólkatingsvalinum 1971 sýndu, at samstarv við
grønlendsku fólkatingsumboðini ofta kann hjálpa.
Tá var støðan tann, at fólkatingsvalið í Føroyum var fjúrtan dagar
seinni enn í Danmark og í Grønlandi. Tá teir gjørdu upp vísti tað seg,
at danska andstøðan kundi fáa ein meiriluta fyri nýggju stjórnini hjá
J. O. Krag, um so var, at annar av teimum grønlendsku og annar av
teimum føroysku fólkatingsmonnunum ikki greiddu atkvøðu.
Tá var eg uttanflokka valevni, tí tjóðveldisflokkurin stillaði ikki
upp. Eg segði við fólkaflokkin, at eg hevði ikki stillað upp fyri at
spjaða sjálvstýrisfylkingina í Føroyum, og beyð eg tí fólkaflokkinum
valsamgongu, so tann av okkara listum, sum fekk flestar atkvøður, kom
inn á fólkating fram um einhvønn sambandsflokk. Hetta eydnaðist eisini,
og fekk valsamgongan fyrst valda mannin.
Tá eg fann út av úrslitinum av tí danska valinum sá eg, at fekk J. O.
Krag undirtøku frá tý nývalda grønlenska tingmanninum Moses Olsen, so
kundi hann skipa stjórn beinanvegin. Eg sendi tí telegram til Moses
Olsen og bað hann geva kongi tað ráð at bíðja við at skipa stjórn til
valið í Føroyum var av.
Hetta gjørdi hann. Tíverri fekk fólkaflokkurin fleiri atkvøður enn eg,
og bæði tann valdi fólkafloksmaðurin og Moses Olsen søgdu seg ikki
blanda seg upp donsku politisku viðurskiftini. Júst harvið góvu teir J.
O. Krag meiriluta fyri tí stjórn, sum gjørdi ta vanlukku at lokka
Danmark upp í EEC. Men bara hetta lítla samstavið millum Grønland og
Føroyar var nóg mikið til at seinka hesa stjórnarskipan fjúrtan dagar.
Eg skeyt upp fyri Moses Olsen, at vit, um eg varð valdur, skuldu gera
ein tingbólk. har við bjóðaðu hinum báðum grønlensku og føroysku
fólkatingsmonnum uppí. Hesin bólkur hevði kunnað treytað sær, afturfyri
at veita eini donskari stjórn stuðul, at bæði Grønland og Føroyar fingu
frælsið.
Hesin møguleiki er framvegis til steðar.
Nú hava vit enn eitt vápn í stríði okkara, og tað er tann áheitan, sum
fleiri túsund hava sent til hægsta vald okkara um at fáa ein tjóðfund,
sum skal hava alt tað vald, sum í løtuni er hjá donsku stjórnini. Ein
bólkur við fýra føroyskum og grønlendskum fólkatingsumboðum hevði
kunnað treytað sær, at hesin tjóðfundur varð valdur og avgjørdi hvør
okkara støða í heimssamfelagnum skal vera.
Kemur hetta burtur úr fólkatingsvalinum týsdagin 20. november so fer
tað av sonnum at gera mun ímillum tað sum var og verður!
Zakarias Wang