FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1020)
  • Býráðsval ’08 (18)
  • Bøkur (29)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (9)
  • Ítróttur (87)
  • Løgtingið (233)
  • Røður (37)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (14)
  • Ymist (135)


  • TELJARI
    176606

    KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Petur Knudsen í Meg minnist
  • Njál Djurhuus leitar eftir pápa sínum
  • Komi aftur tá tú fært Nobel
  • Framsøkin politisk stevna í Havn
  • Byggisáttmáli um FSF-hús á Tórsvølli
  • Eiriks søga hins Reyða
  • Nýggjur formaður í KSF
  • Leggja til brots aftur á Vaglinum


  • 17.11.2001 | Evni: Spyr Jógvan
    Kunna tit trýsta eina avtalu við danir ígjøgnum?

    Spurningur: Lat okkum siga, at tjóðveldisflokkurin fær báðar menninar, og tú og Tobbi koma á danating. Hvat fara tit so at gera har niðri? Eg meini kunnu tit trýsta eina veruliga avtalu við danir ígjøgnum?

    Páll

    Svar: Fáa vit tveir mans, er tað dupult so gott, sum at fáa ein. Í hesum fólkatingsvalinum síggi eg fyrst og fremst møguleikan at vinna tjóðveldisflokkinum og hansara stevnumiði stóra undirtøku, tí eg haldi, at tað hevur alstóran týdning fyri sjálvstýrismálið, at føroyingar senda eitt sterkt sjálvstýrisignal til Keypmannahavnar.

    Størri undirtøku, stevnan hjá tjóðveldinum fær, sterkari verður signalið.

    Ætlanin hjá fólkatingsmonnum úr tjóðveldisflokkinum er ikki at sita leingi á danatingi. Vit vilja taka hesar sessirnar av sum skjótast og fara at virka fyri tí.

    Vit fara ikki at luttaka í donskum innanríkispolitikki, men býðst tann møguleikin, tá stjórn verður skipað, verður mandatið nýtt til at tryggja Føroyum viðurkenning sum tjóð. Annars verða samráðingarnar landanna millum enn sum áður millum landsstýri og stjórn.

    Heilsan og gott val

    Jógvan Arge


    < Leggið sannleikar fram | X við Lista E >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR