Borgarstjórin í Vági er fleiri bátslongdir frammanfyri starvsbróðurin í Havn, tá tað snýr seg um at veita borgarunum tænastu. Tað fái eg burtur úr at lesa hugvekjandi viðmerkingina hjá Jógvani Krosslá í Dimmalætting hósdagin.
Hann staðfestir, at í Vágs Kommunu kunna býráðslimir fáa so at siga øll skjøl send við posti, um teir vilja hava innlit í mál, sum eru í kommununi. Hetta er eisini galdandi fyri mál, tá tey skula fyri á býráðsfundi. Endamálið er sjálvandi, at býráðslimir skula hava høvi til at seta seg so væl inn í málini, sum møguligt, so teir eru førir fyri at taka tær røttu avgerðirnar.
Jógvan Krosslá leggur dent á, at farast skal skynsamliga um persónligar upplýsingar. Tað er jú ein meginregla í almennari umsiting, men annars er hugburðurin í Vágs Kommunu, at alt, sum viðvíkir tí kommunala arbeiðnum, eigur at kunna síggjast.
Eg haldi, at tað er eitt stórt stig á røttu leiðini, at Jógvan Krosslá fer at seta spurningin um opinleika í kommununum á dagsskránna í Kommunusamskipan Føroya, har hann er formaður. Eitt orðaskifti har er neyðugt, og tað verður best fyri allar partar í longdini, at kommunurnar eru positivar og royna at hava nøkurlunda somu stevnumið á hesum øki.
Okkara egni borgarstjóri tykist afturímóti ikki at hava varnast, hvønn veg tað ber í kommunalum arbeiði. Hann kemur mær fyri at bera seg at, sum teir, ið ráddu í miðøldini. Í hansara borgarstjóratíð, sum byrjaði so seint sum á seinasta nýggjári, hevur kommunan verið eitt mestsum stongt land.
Almenningurin hevur ikki so frægt, sum fingið kunning um, hvørji mál eru komin til viðgerðar á almennum býráðsfundum, og tí hava kanska fimm fólk verið á áhoyraraplássunum í býráðssalinum til allar fundirnar í ár. So kann hann fyrigykla okkum ætlanir um almennar postlistar, so galið, hann vil.
Kommunala umsitingin ger sjálvandi eitt stórt og samvitskufult arbeiði fyri borgararnar, men vantandi opinleikin um tað kommunala arbeiðið ger sítt til, at almenningurin sjáldan varnast Tórshavnar Kommunu, uttan tá hon kemur tvørt fyri hjá kommunala eftirlitinum, løgtingsins umboðsmanni, Føroya Rætti og fleiri.
Og tað kemur hon alt ov ofta.
Jógvan Arge, býráðslimur