 |
 |
|
Hvat skula tjóðveldismenn á danatingi?
|
|
|
|
Spurningur: Hey Jógvan. Hvat skulu tjóðveldismenn á danatingi?
Er tað tann danska lønin ella hvat? Hví er móður Danmark so gott í hesum døgum? Ætla tjóðveldismenn at tosa føroyskt á danatingi?
Góði Jógvan gevst nú, men annars góða eydnu. h
Svar: Halló h! Tjóðveldisflokkurin stillar upp til hetta valið við tí endamáli at seta eina frælsa føroyska rødd inn á danating at tala sak føroyinga. Skulu danir skilja okkara talu, noyðast vit helst at nýta danska tungu.
Tað hevur alstóran týdning í stríðnum fyri føroyskum sjálvstýri, at júst okkara flokkur kemur sterkur inn á fólkating hesaferð, og tí skalt tú ikki rokna við, at eg geri eftir áheitan tíni um at gevast. Annars takk fyri heilsanina. Lønin er undirordnað.
Jógvan Arge
|
|
 |
SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |