FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 14.11.2001 | Evni: Fólkatingið
    Frælsar røddir tala greitt

    Tjóðveldisflokkurin fer ikki at lata seg binda niður á fólkatingi. Hann fer heldur ikki at tiga, tá sjálvsøgd føroysk tjóðarrættindi verða vanvird, og hann fer at tala greitt og mótmæla, at føroyingar verða úthongdir sum ein krevjandi útreiðsla fyri statin.

    Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at samstarva, men bara á jøvnum føti, og hann fer á fólkatingi at vísa á, at hjálandaveldi sambært 40 ára gomlum ST-samtyktum hava skyldu til at virka fyri, at hjálond gerast búskaparliga óheft.

    So greiða stevnu hevur ongin annar flokkur. Tá á hevur staðið, eru føroyskar fólkatingsrøddir tagnaðar á Christiansborg. Vegna vantandi støðufesti og sjálvsvirðing hava tær ikki viljað sagt tað, sum sjálvsagt er.

    Tvørrandi viljin til at tala søk føroyinga hevur verið ein meinbogi í føroyska sjálvstýrisstríðnum. Men við eini frælsari rødd á fólkatingi fáa føroyingar trygd fyri, at vend kemur í. Hon fer at tala greitt fyri føroyska sjálvstýriskravinum. Og hon fer at tala sakliga og siðiliga.

    Tjóðveldisflokkurin heldur, at føroyska tjóðin kemur ikki úr stað, um Føroyar og Danmark ikki fara at samstarva á jøvnum føti. Hetta er eitt sjálvsagt og virðiligt mál at seta sær. Men skal tað røkkast, má hugburðurin í stórum parti av politiska lívinum broytast.

    Tað er onki politiskt bragd at siga fólki, at alt verður verri, um føroyingar taka við ábyrgd. Tað hevur onki veruligt politiskt innihald at prædika dómadag í løgtinginum og á fólkatingi.

    Forsagnir um undirgang eru ikki annað enn ráðaleysir pástandir út í tóman heim. Tær elva ikki til annað enn ræðslu og minka um sjálvsálitið hjá tjóðini. Tí er umráðandi, at røddir, sum vilja taka við avbjóðingum, tala søk føroyinga.

    Valið 20. november er tí einfalt. Ein fræls føroysk rødd má veljast á fólkating.


    < Hvat skula tjóðveldismenn á danatingi? | Hvat kanst tú gera betri? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR