FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 13.11.2001 | Evni: Býráðið
    Líkasæla um oljuráðlegging
    Fleiri áhugaverd mál koma fyri á býráðsfundi í Havn hóskvøldið 15. november. Eitt av hesum málum er uppskotið frá Jógvani Arge um oljuráðlegging fyri Tórshavnar Kommunu. Málið er loksins komið aftur úr fíggjarnevndini, har tað hevur ligið síðani síðst í juni. Fíggjarnevndin hevur býtt seg í meiriluta og minnilita.

    Samgongan skjýtur upp, at umsitingin saman við serfrøðingum skal kanna ta gongd og tann tørv, sum verður, um oljuvinna tekur seg upp undir Føroyum. Leivur Hansen og Elin Lindenskov úr minnilutaum taka undir við mínum upprunaliga uppskoti um at seta nevnd ella bólk av politikarum, embætisfólkum og serkønum at gera arbeiðið.

    Eg má siga, at eg eri ikki nøgdur við tað, sum meirilutin í fíggjarnevndini hevur fingið burturúr. Meiningin við at beina málið í fíggjarnevndina var, at formaðurin Jan Christiansen og hansara umsiting skuldu arbeiða málið longur fram á leið og koma aftur til býráðið við einum konkretum uppskoti um framferðina.

    Tað er ikki hent. Meirilutin hevur bara tikið nakrar (tilvildarligar) orðingar burtur úr mínum uppskoti og sendir tær til býráðið at samtykkja. Eg fari tí saman við hinum í minnilutanum at royna at arbeiða málið longur fram til býráðsfundin. Mítt ítøkiliga uppskot verður, at skipa arbeiðið í trimum lutum:

    1. Settur verður ein stýringarbólkur við 3-5 politikarum at gera greiðan arbeiðssetning.

    2. Sett verður eitt serkønt fólk í tíðaravmarkað starv sum skrivari at gera tað verkliga arbeiðið.

    3. Settir verða uml. 3 bólkar av embætisfólkum og serfrøðingum til í neyvum samstarvi við skrivaran at útgreina hvør sítt øki, t.d. bústaðarmál, býarplanleggingarmál, skúla- og ansingarmál, stuttleikamál, havnarmál, mentanarmál sum heild etc.

    Eg vóni inniliga at hetta uppskotið vinnur frama í býráðnum. Tí tað er alneyðugt at vera á varðhaldi í hesum spurningum, so vit ikki verða innitikin øll somul langt fram í tíðina.


    < Broytingar eru onki at ræðast | Hví blivu Jóannes og Óli so sambandskir? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR