Allar dagar hevur tað verið trupult at fremja broytingar. Tá broytingar verða framdar á arbeiðsplássum, er mótstøðan mangan hørð, tí starvsfólkini hava ilt við at venja seg til nýggju mannagongdirnar. Tey óttast tað ókenda og vilja varðveita tað, tey kenna.
For additional information about discounted uk 1:1 cartier replica watches websites: read more.
It must make you feel regret it, when you read more about the website. You must find uk best luxury breitling replica watches uk here.
Soleiðis er eisini, tá broytingar skulu fremjast í londum. Mótstøðan er stór, tí óttin fyri tí ókenda stendur upp ímóti viljanum til at taka við nýggjum avbjóðingum. Ein stórur partur av politiska stríðnum í Føroyum kemst av tílíkum ótta. Mótstøðan ímóti fullum sjálvstýri er grundfest í óvissu og politiskum óvilja.
Men Føroyar eru mitt í eini broytingartíð. Ikki bara á heimliga pallinum. Tíðarandin seinnu árini hevur verið, at sjálvt fátøk hjálond taka róðrið í egnar hendur. Hetta hava tey gjørt við stórum hepni, tí viljin til at taka ábyrgd var stórur. Tey gjørdust sjálvstøðug, tí tey ásannaðu, at tað var neyðugt.
Hesin viljin er eisini til staðar í Føroyum. Hann er sterkari enn nakrantíð. Heimastýrislógin er kolldømd, og broytingar verða framdar fyrr ella seinni. Men tær ganga seint, tí ein partur av politiska lívinum óttast avbjóðingar og vil vera við, at broytingar eru av tí ónda.
Men tað er onki politiskt bragd at prædika svartskygni, at venda blinda eygað til tíðarandan og halda fast við tað verandi, tá tað verandi er ótíðarhóskandi. Lívsáskoðanin hjá andstøðuni hevur ofta negativt fortekn. Men framburður skapast bara við góðum treysti og bjartskygni. Hann skapast í viljanum til at liva.
Í roynd og veru snýr tað seg um at fara á føtur hvønn morgun og trúgva upp á framtíðina. Dómadagsspádómar elva ikki til annað enn ræðslu. Forsagnir um undirgang, tí eitt fólk vil taka við fullari búskaparligari ábyrgd, hava onki veruligt innihald. Tær eru ráðaleysir pástandir út í tóman heim. Svørt tala, ið brýtur niður.
Tjóðveldisflokkurin byggir ikki sína lívsáskoðan á svartskygni og døpur framtíðarútlit. Hann veit, at bakkøst kunnu koma. Men hann er til reiðar takkla tey í staðin fyri at ræðast tey. Hann fer ikki á Christiansborg og rópar eftir pengum. Hann hevur sjálvsvirðing og vil siga dønum, at føroyingar eiga at taka við ábyrgd.
Tí er umráðandi at velja rætt hesaferð. Tíðin krevur broytingar. Og tær eru onki at ræðast. Verður Tjóðveldisflokkurin ikki við í fremstu røð, tá hesar broytingar verða framdar, hevur tjóðin onga trygd fyri, at tær verða nóg góðar. Hann veit, hvat hann vil. Og hann talar greitt.
X við E á valdegnum 20. november.