FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 13.11.2001 | Evni: Býráðið
    Býráð fyri læstum hurðum
    Tað er hugaligt at lesa Jan Christiansen og hansara viðmerkingar til skortfleingjuna, sum Tórshavnar Kommuna fekk frá løgtingsins umboðsmanni í Dimmalætting. Hevði tað so hjálpt.

    Men eg má siga, at soleiðis, sum eg síggi støðuna, eru Jan Christiansen og hansara stýri sjálv eksponentar fyri, at lítið skal koma út millum manna.

    Eg havi nú sitið í býráðnum meginpartin av einum ári, og tað hava kanska verið fimm fólk og lurtað eftir 10-12 býráðsfundum. Tú kanst spyrja teg sjálvan, hví tað er so galið, tí her hevur borgarin sín einasta møguleika fyri at fylgja við kommunala arbeiðnum.

    Kanska eru vit 13 ikki so áhugaverd at lýða á, men kortini kundi áhugi verið fyri málunum, sum vit eru sett at taka støðu til. Men ikki so frægt at tað bragdar.

    Hví? Eg kann bara koma til eina niðurstøðu. Hon er, at fólk sjáldan vita av, at býráðsfundir eru yvirhøvur. Eg havi roynt at leita eftir lýsingum um býráðsfundir við dagsskrá, men eg havi onga funnið nakrastaðni enn. Hevur nøkur verið, so hevur hon verið so væl goymd, at tú næstan fært illgruna um, at tað hevur verið meiningin.

    At verja seg við, at býráðsfundirnir verða lýstir í bløðunum eina ferð um árið fyrst á árinum er ongin verja.

    Her má annað lag koma á, og vit í býráðnum eiga sum skjótast at fara at viðgera alla ta skipanina, sum vit arbeiða undir. Í roynd og veru verður hon praktiserað soleiðis, at so lítið, sum møguligt, skal koma út millum manna.

    Nevndarfundirnir eru hvør sum ein fyri læstum hurðum, og stórur partur av býráðsfundunum fer eisini fram aftan stongdar dyr.

    Eg síggi, at borgarstjórin nú nevnir møguleikan fyri at almannakunngera sjálvt listan yvir allan tann post, sum kemur inn til býráðið, eins og gjørt verður í grannalondunum.

    Hetta eru aðrir tónar. Vit, sum sita í býráðnum, kunnu ofta ikki so frægt sum fáa kopi av einum máli ella einum brævi, sum vit skula viðgera og taka støðu til borgaranna vegna.

    Løgtingsins umboðsmaður er komin í tøkum tíma.

    Jógvan Arge býráðslimur


    < Hví blivu Jóannes og Óli so sambandskir? | Hvat skula tjóðveldismenn á danatingi? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR