FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (34)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (46)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi
  • ÚTVARPIĐ 60 ÁR
  • Flaggiđ einsamalt ger jú onki
  • Lítiđ mansligt lokabragd
  • Ein er tíđin at dansa
  • Sterkan lista E í Tórshavnar býráđ
  • Hon teknar rćđumyndir í skúlamálum
  • Stýringina aftur á beint


  • 08.06.2001 | Evni: Ymist
    Fjarrit frá Gunnari Blíđa
    Eg havi veriđ til nógvar kappróđrar á Tvřroyri. Tađ er líka hugaligt hvřrja ferđ, men onkur róđur hevur líkst burturúr.

    Í 1964 varđ á fyrsta sinni róđ um fřroyameistaraskap. Hetta var ein serligur FM-róđur, sum var hildin í august ella september, og hann skuldi vera á einum firđi, har ongin streymur var.

    Trongisvágsfjřrđur varđ kosin til tann fyrsta FM-róđurin, sum varđ hildin sama áriđ, sum Ítróttasamband Fřroya helt sítt 25. ár.

    Hetta sama vikuskiftiđ varđ eg sendur til Suđuroyar at taka guđstćnastu upp í Hvalba. Eg var eitt sindur bangin fyri, at upptřkan ikki skuldi eydnast, og fór tí longu leygardag at royna tólini, men kirkjan var stongd.

    Tíbetur hevđi eg gentuna viđ, og hon visti ráđini. Klokkarin var gubbi hennara, og hann búđi nćrhendis kirkjuni. Hon upp á trappuna at siga řrindini, og Jacob Midjord var skjótur at lata kirkjuna upp.

    Eg minnist ikki, hvřr prestur prćdikađi, men hađani, sum eg sat í sakrestinum, sá eg yvir á deknin Joen Nattestad. Hann sang av lívsins kreftum, og tađ mundi eisini trongja til, tí eg haldi ikki, at nógv fólk var í kirkju.

    Komin upp aftur á Tvřroyri hitti eg fólkiđ frá útvarpinum, sum var komiđ suđur til kappróđurin. Teir hildu til á gamla apotekinum, har sendistřđin hjá okkum varđ sett upp. Har fekk eg bođ um, at eg skuldi vera frásřgumađur á málinum.

    Tađ dámdi mćr onki, men har var ongin annar, so eg noyddist at bíta tađ í meg.

    Máliđ var hendan dagin úti í neystinum hjá Frođbiar Sóknar Róđrarfelag. Tađ var tí, at hesaferđ varđ róđ út eftir fjřrđinum. Tíggjumannafřrini startađu heilt inni á sandinum í Trongisvági og skotiđ varđ fyri teimum, tá tey komu út áraka neystiđ.

    Tađ gekk vist alt vćl. Men so einaferđ kemur Albert Jacobsen á Centralinum stunandi út í neystiđ. Međan kappróđurin var í útvarpinum, var eitt telegramm komiđ frá sýslumanninum í Vestmanna, Gunnari Dahl-Olsen. Telegrammiđ var til útvarpiđ, og Albert helt, at eg skuldi lata tađ upp.

    Eg so gjřrdi, men visti ikki, hvussu eg skuldi bera meg at. Gunnar Blíđi bjóđađi manningini á 10-mannafarinum, sum vann, 1000 krónur í premiu!

    Samskifti var onki viđ útvarpsbátin uttan gjřgnum walkie-talkie, og eg helt ikki, tađ nyttađi nógv at at tosa í walkie talkie, sum řll kundu hoyra, viđ Niels Juel um hetta óvanliga telegramm.

    Hetta var í tíđum, tá nógv orđaskifti var um skildnađin millum amatřrítrótt og yrkisítrótt, og í okkara grannalondum varđ fariđ harđliga fram móti teimum, sum fingu pengar fyri at íđka ítrótt. Tey sluppu ikki at íđka saman viđ teimum reinu amatřrunum og ei heldur at luttaka í olympiskum leikum.

    Tađ var líkasum nakađ heilagt yvir amatřrítrótti, so eg tordi onki at siga í mikrofonina um telegrammiđ frá Gunnari Dahl-Olsen, tí eg skuldi ikki hava fingrarnar í nakran spurning um pengar og ítrótt.

    Tískil stappađi eg telegrammiđ í lumman og gav ikki Niels Juel tađ, fyrrenn hann kom aftur at landi.

    Pengarnir vóru ikki lovađir alment, og eg havi ikki frćtt, um vinnarin av 10-mannafřrunum nakrantíđ fekk tćr 1000 krónurnar frá Gunnari Blíđa.

    Men hetta var so mín byrjan í kappróđri á Trongisvágsfirđi - og eg havi ongantíđ síđani fingiđ fjarrit frá einum sýslumanni.

    < Havnar sřga skrivast | Uppskot um oljuráđlegging >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR