 |
 |
|
|
|
|
Býráðið og Fróðskaparsettið eiga at seta seg saman at finna útav, hvussu víðari kemst við ætlanum at menna Fróðskaparsetrið sum føroyskan og altjóða lærustovn og Havnina sum universitetsbý.
|
|
|
|
|
|
Tað er gott at hava fleiri javnstórar flokkar í býráðnum. Tá verða økini og málsøkini væl umboðað. Gerst undirtøkan ov einvís, verður valdið ov einvíst og minni demokratiskt í stýringini.
|
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna hevur so nógvan pening tøkan ella útistandandi, at hon eigur meira, enn hon skyldar. Nettoáognin er 65 mió kr, vísir eitt yvirlit hjá Fíggjarmálaráðnum.
|
|
|
|
|
|
Politiskt pallborðsorðaskifti var millum allar flokkar í Kollafirði mánakvøldið. Jákup Dam og Jógvan Arge umboðaðu Tjóðveldi. Høvuðsspurningar vóru grundstykkir, barnaansingarstovnur, ungdómstilboð og vetrarfriðing.
|
|
|
|
|
|
Í samgonguskjalinum í 2005 stungu vit í býráðsmeirilutanum út í kortið, at høvuðsborgin skuldi miða eftir, at Føroyar aftur vórðu førar fyri at taka Oyggjaleikir upp á seg.
|
|
|
|
|
|
Tað spælir ikki heilt stillisliga av, at landsstýrið og løgtingið hava hug at minka játtanina til mentanarlívið í Føroyum. Aftur fyri uppskotið um at skerja mentunnargrunnin 20% mæla listafólk til at boykotta almennu Føroyar.
|
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna eigur at taka sær betri av bygdunum. Á okkara valevnarundferð upp undir býráðsvalið er komið greitt til sjóndar, at tann skipan, sum er fyri bygdirnar, ikki virkar til fulnar. Ov langt er millum Vaglið og borgaran á bygd.
|
|
|
|
|
|
Jógvan Arge helt væl fagnaða og áhugaverda røðu um Júst Sivertsen og hansara stóru trøð yviri við Strond, tá Boðanesheimið var latið upp. Trøðin var friðskjólið hjá allari familjuni. Nú verður hon friðskjól hjá teimum eldru í Havn.
|
|
|
 |
| SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |