 |
 |
|
|
|
Tað er løgin og óbúgvin framferð at forlanga borgarstjóran til samráðingar um fíggjarætlanina við einum dekningsleysum fólkaflokstjekki sum treyt, heldur Jógvan Arge.
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna leggur ikki saman við Kvívíkar kommunu. Hetta var svarið, sum kvívíkar kommuna fekk frá býráðnum upp á eina áheitan um samanlegging. Ongin atkvøddi fyri samanlegging nú.
|
|
|
|
|
Vit standa fyri at byggja ein tíðarhóskandi og framkomnan musikkskúla á fløtuni eystanfyri Norðurlandahúsið. Vit standa fyri at gera spælistaðið, sum tónleikalívið í býnum hevur longst eftir. Býráðið hevur gjørt allar neyðugar samtyktir í hesum málum.
|
|
|
|
|
Vit hava skotið upp, at býráðslimir sum heild fáa betri umstøður og stundir til at røkja sítt umboð, og at stýrisskipanin verður broytt soleiðis, at einir tveir politikarar aftrat verða í fulltíðarstarvi á Vaglinum.
|
|
|
|
|
Kvinnulandsliðið í hondbólti til tveir dystir móti Finnlandi í næstum er sett. Millum aðrar leikarar er abbadóttirin Turið Arge úr Kyndli úttikin til landsliðið á fyrsta sinni.
|
|
|
|
|
Bæði Høllin á Hálsi verður klár at taka í nýtslu aftur í næstu viku. Tað nýggja gólvið er komið á og nú eru avmerkingarnar eftir. Í Hoyvíkshøllini er 1. stig av útbyggingini liðugt og verður yvirtikið fyrsta dagin.
|
|
|
|
|
Mentamálanevndin hevur í vikuni avgreitt tvey mál um at veita stuðul til frítíðar- og ítróttabyggingar og eitt mál um at bjóða eina lítla bygging út á Tórsbreyt.
|
|
|
|
|
Tá Málingahandilin í Havn fríggjadagin helt sín 50 ára stovningardag í Vøruhúsinum á Hjalla helt Jógvan Arge røðu vegna Tórshavnar kommunu. Brøðurnir Eyðun og Finnbjørn Mouritsen stovnaðu fyritøkuna í 1962.
|
|
|
 |
 |