 |
 |
|
|
|
“Mentanarvirðislønirnar hjá Tórshavnar býráð hava havt sín serstaka týdning fyri at menna føroyska málið, fatanina av listaligari dygd og virðingina fyri teimum, ið avrikað hava”, segði Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, tá virðislønirnar vórðu handaðar hósdagin.
|
|
|
|
|
Stundin er langtsíðani komin til, at býráðið tekur saman um tað, sum finst av hugskotum um at menna miðbýin í Havn, og stingur út í kortið, hvat ið skal gerast og hvussu. Eri til reiðar at taka avbjóðingina.
|
|
|
|
|
Mortan Rasmussen, fráfarandi formaður í Eldraráðnum í Havn, er farin í blekkhúsið eftir eitt innslag í útvarpinum um viðurskiftini við Tórshavnar kommununu. Hann kendi seg ikki aftur í essensinum.
|
|
|
|
|
Í røðu síni á seinasta uppstillingarfundi hjá Tjóðveldi í Havn umrøddi Jógvan Arge miðbýarætlanirnar, fólkaflytingina, ráðini at fáa fólkið aftur og ikki minst áneyðirnar at fáa skapandi vinnulív í høvuðsstaðnum.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge er millum tey valevnini, sum stilla upp á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn. Seks kvinnur og 10 menn eru á listanum, teirra millum hinir báðir býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal og Jákup Símun Simonsen.
|
|
|
|
|
Tórsvøllur er karmurin um bardagarnar millum Dávid og Goliat, sum hugtaka fólk niðri á meginlandinum og aðrastaðni. Sent verður fleiri ferðir um árið beinleiðis higani inn í stovurnar hjá fólki í fleiri heimspørtum.
|
|
|
|
|
Heilsan til AB. Tað avgerandi í øllum er leikaratilfeingið. Tað hevur aftur staðið royndina í ár. Tað eru góðar royndir at hava í rygginum, nú farast skal undir at manna og fyrireika seg til føroyskan toppfótbólt næsta ár.
|
|
|
|
|
Tað bleiv eitt áhugavert og stuttligt 14. septemberkvøld í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Høgni Mohr greiddi frá tíðini undan fólkaatkvøðuni og Høgni Hoydal legði út læruna av fólkaatkvøðuni, tá tann føroyski fólkaviljin, fólkaræðið, bleiv skúgvað til viks.
|
|
|
 |
 |