 |
 |
|
|
|
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 ger landsstýrið seg enn einaferð inn á kommunala geiran. Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar hoyringsmannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð leggur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum, sigur felagið hjá teimum stóru kommununum.
|
|
|
|
|
Nú kann av álvara farast undir at projektera tann nýggja Musikkskúlan í Havn. Tórshavnar kommuna hevur júst undirskrivað sáttmálar við fýra ráðgevarafyritøkur um arbeiðið. Á odda er arkitektavirkið Kontrast hjá Mayfinni Norðoy.
|
|
|
|
|
FIFA-forsetin er á vitjan hjá FSF. Í gjárkvøldið var hann til døgurða í Kirkjubø, og í dag vitjar hann løgmann og avdúkar plátu á Tórsvølli.
|
|
|
|
|
Umstøðurnar hjá Neistanum, Kyndli, H71, ÍA og Fleyr eru ikki nøktandi. Í roynd og veru eru tær verandi hallirnar í Gundadali og í Hoyvík so nógv upptiknar av ítrótti og øðrum virksemi í dag, at tørvur er á tveimum slíkum hallum aftrat.
|
|
|
|
|
At avtaka Landsbankan og lata Samhaldsfasta koma ov nær politiska valdinum, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær ov stórt vald og onki óheft eftirlit verður, siga 24 fakfeløg í hvassorðaðari yvirlýsing.
|
|
|
|
|
Kollfirðingurin og lærarin Jákup Dam stillar upp á býráðslistanum hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu. Hann kemur á listan í staðin fyri Ísak N. Jacobsen úr Havn, sum verður stillari.
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommun fekk nógv uppskot um at listprýða Boðanesheimið. Tvey uppskot skaraðu fram úr. Bárður Jákupsson skal myndprýða ta stóru matarhøllina og danin Per Arnoldi gongirnar og eina setstovu.
|
|
|
|
|
Tórshavnar býráð samtykti fyri summarsteðgin einmælt at fara undir at fyrireika Vesturskúlan úti á Fløtum við Landavegin/Marknagil. Skúlin er ætlaður sum ein samanrenning av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, men smalkaður til trý heldur enn fýra spor.
|
|
|
 |
SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |