 |
 |
|
|
|
Valevni Tjóðveldis bjóða øllum kaldbaksfólki á kafé í skúlanum mánakvøldið 22. oktober kl. 19.30 at umrøða býráðsmál. Á skránni verður eisini livandi tónleikur og sangur. Jógvan Arge leggur fyri.
|
|
|
|
|
Føroyar sum land verða ikki bara bygdar á løgtingi og í landsstýri, men eisini í býráðum. Har eru fólksins umboð nær hjá borgarunum og hava møguleikan at ávirka samfelagsgongdina skjótt og væl, skrivar Jógvan Arge.
|
|
|
|
|
Birgir bloggar: Tað er bara ein kommuna í landinum, sum virkar. Tað er bara ein kommuna, sum vit hava tørv á… Nú hevur henda kommuna játtað stuðul til ljóðbøkur. Nær hevur nøkur onnur kommuna kent sær tílíkar áneyðir?
|
|
|
|
|
Ljóðbókanevndin hevur brúk fyri nýggjum upptøkutólum og betri høli. Mentamálnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta stuðul til ta nýggju útgerðina.
|
|
|
|
|
Tað er ikki við mýkindum borgarstjórin í Havn ger viðmerkingar til landsstýrisins ætlsanir á eldraøkinum. Hann er á somu leið, sum eg sjálvur var í eini grein herfyri, og ivast - eins og eg -stórliga í, um nøkur meining verður í at yvirtaka eldraøkið frá landinum.
|
|
|
|
|
Tað serliga er við eini slíkari virðisløn, at tað verður publikum, sum ræður. Tað verða ikki tey ella teir á Parnassinum, sum út frá sínum fortreytin fara velja vinnara, men tann almenningurin, sum møtir upp í Norðurlandahúsinum 11. desember á hvørjum ári.
|
|
|
|
|
1. august í ár vóru vit 187 færri í Føroyum enn eitt ár frammanundan. Burðaravlopið hevur hesa tíðina bara verið 187, sum er 71 færri enn somu tíð árið fyri og tað fluttu nógv fleiri av landinum enn til Føroyar.
|
|
|
|
|
Tíðarfesting av brendum byggkorni frá fornfrøðiligum rannsóknum í Koltri er júst komin. Hon vísir, at búleikast hevur verið í býlinginum Heima í Húsi í Koltri í 800-900 árunum – ella longu tíðliga í víkingaøld.
|
|
|
 |
 |