 |
 |
|
|
|
Articon hevði lægsta tilboð upp á Brúnna um Sandá við 54,7 mió kr. TG Verk hevði eitt alternativt tilboð, sum var 52,7 mió kr. Høvuðstilboð teirra var 57,4 J&K Petersen bjóðaði 60,8 mió kr. Støða verður tikin um ein mánaða.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge á seminari um listarlig gróðrarrúm: “Eg veit, at Tórshavnar kommuna fer í øllum førum at virka fyri hesum í góðum og tøttum samstarvi við listaliga umhvørvið. Ein hugalig framtíðarsjón er at kunna savna listarfólk til arbeiðis og samarbeiðis í umhvørvinum í mentanargøtuni Tórsgøtu.”
|
|
|
|
|
Listi E beyð nólsoyingum til kaffi, køkur og býarpolitikk í Royndarhúsinum í Nólsoy í kvøld. Uppmøtingin var góð og orðaskiftið drúgt, tí nólsoyingar høvdu nógv upp á hjarta. Teir vóru eisini fegnir um, at Listi E var komin í oynna at bera fram sjónarmið um framtíðina í oynni og lurta eftir nólsoyingum.
|
|
|
|
|
At fyrigykla fólki, at núverandi stígurin í fólkatalinum sleppur okkum undan at byggja nýtt fyri Kommunuskúlan, orologi replica svizzeri er at fara ov lætt um veruleikan og at sleppa tí uppvaksandi ættarliðnum upp á fjall, skrivar Jógvan Arge.
|
|
|
|
|
Tíðin stendur ikki í stað, og tíðin hevur ikki arbeitt fyri Tórshavnar kommunu seinastu árini. Almennir stovnar og skúlar verða fluttir á bygd, og fiskivinnan er fánað burtur. Hetta eru grundgevingar hjá Tórshavnar kommunu fyri at fara undir vinnuligt íbirtarahús.
|
|
|
|
|
Flestu valevni Tjóðveldis vóru til staðar. Har var eisini lokala valevni fólkafloksins, meðan valevni Tjóðveldis í Kollafirði fór á almennu javnaðarkaféina í heimbygdini at slota. Næsti býráðskafé Tjóðveldis verður í Nólsoy hóskvøldið.
|
|
|
|
|
Vit mugu eisini fáa í lag nýggjar skapandi vinnur. Til hetta mugu vit endurreisa vinnumenningina í kommununi. Raðgevingin skal hava fingurin á pulsinum og eggja vinnuhugaðum til at liva og virka í býnum.
|
|
|
|
|
Valevni Tjóðveldis bjóða øllum kaldbaksfólki á kafé í skúlanum mánakvøldið 22. oktober kl. 19.30 at umrøða býráðsmál. Á skránni verður eisini livandi tónleikur og sangur. Jógvan Arge leggur fyri.
|
|
|
 |
 |