 |
 |
|
|
|
Tjóðveldi í Tórshavnar býráð hevur sent út tíðindaskriv, har tikið verður uppaftur, at samgongan millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin eigur at halda fram eftir álitisváttanina frá veljarunum. Skotið verður upp at skipa tríggjar nýggjar nevndir: Eina fyri miðbýarætlanir, eina fyri vinnumál og eina fyri økismenning í kommununi.
|
|
|
|
|
Mentamálaleiðarin í Tórshavnar kommunu Jákup Simonsen hevði fríggjadagin móttøku í Listasavni Føroya, nú hann er farin um 60. Nógv fólk møtti. Nógvur tónleikur varð spældur. Røðurnar vóru fleiri. Jógvan Argr helt eina fyri skrivaranum hjá mentamálanevndini.
|
|
|
|
|
Tjóðveldi heldur tað vera púra nattúrligt, at samgongan millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin síðani 2004 heldur fram. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi stóðu seg best á býráðsvalinum, og valúrslitið var ein álitisváttan á tann førda politikkin hjá samgonguni.
|
|
|
|
|
Takki hjartaliga teimum 445, sum atkvøddu fyri mær persónliga á valinum. Varð fyrstu ferð valdur í 2000 og fari nú undir fjórðu býráðssetuna í Tórshavnar býráð. Álitisváttanin fløvar.
|
|
|
|
|
Endaliga úrslitið av býráðsvalinum í Havn í gjár varð, at Tjóðveldi fekk 2506 atkvøður og trý umboð í Tórshavnar Býráð. Jógvan Arge 445 atkvøður, Marin katrina frýdal 415 og Jákup Dam, Kollafirði 307. Okkara samstarvsflokkur Javnaðaflokkurin fekk meiriluta einsamallur.
|
|
|
|
|
Veljarakanningarnar vísa, at listi E í Tórshavnar kommunu hevur framgongd, men valdagurin er avgerandi, og tí er alneyðugt, at vit fara fjølment á val at seta krossin við lista E.
Seinasta takið er tikið, tá seinasti krossurin er settur, og tá kann væl henda, at listi E hevur vunnið fimm umboð í Tórshavnar býráð. Seiggj er í Tjóðveldinum. Tað er prógvað mangan fyrr.
Vit í Tjóðveldi hava loyst mong stórmál í býráðnum seinastu átta árini, og vit eru til reiðar at loysa mong aftrat. Vit hava ein frálíkan lista við dugnaligum og nærløgdum valevnum.
Set X við lista E valdagin. Tá er kommunan í tryggum hondum!
Jógvan Arge, býráðslimur
|
|
|
|
|
Skal politikkurin næstu árini eydnast væl, er sera umráðandi, at listi E kemur so sterkur í Tórshavnar býráð sum gjørligt. Vit siga, at best er, at javnsterkir flokkar stýra kommununi, tí einflokkastýri er vandastýri.
|
|
|
|
|
Almenna svimjingin og svimjingin í Havnar Svimjifelag verða báðar darvaðar av, at ov lítil kapasitetur er í Gundadali. Tí er avgjørt at fara undir eina 50 metra svimjihøll.
|
|
|
 |
 |