 |
 |
|
|
|
Borgarstjórin í Runavík Magnus Rasmussen óttast fyri møguleikunum hjá kommununum at tæna borgarunum í framtíðini, tí løgtingið er væl á veg at taka grundarlagið fyri rakstri og íløgum burtur.
|
|
|
|
|
Uni Arge sang eini tjúgu sangir, harav fýra-fimm nýyrktar, sum almenningurin helst eisini sleppur at njóta á komandi fløguútgavu hansara. Johnny í Grótinum umræøur tónleikaløtuna í Kaffihúsinum í Vágsbotni hóskvøldið.
|
|
|
|
|
Vegna Tórshavnar býráð heilsaði varaborgarstjórin Jógvan Arge Heðini Mortensen á fjølmentari móttøku, nú borgarstjórin hevur sitið í býráðnum í heili 40 ár á rað. Les røðuna
|
|
|
|
|
Onnur sendingin við Peturi Knudsen í Saltangará í Meg minnist verður sunnudagin kl. 13.10. Petur heldur fram sína frásøgn og greiðir eitt nú frá upplivingum undir krígnum og sum fiskismaður í fimmtiárunum.
|
|
|
|
|
Petur Knudsen í Saltangará verður nú gestur í Meg minnist í útvarpinum. Petur er bæði av Glyvrum og úr Heiðunum og skrivar seg at búgva í Saltangará. Fyrsta sendingin verður sunnudagin klokkan 13.10. Jógvan Arge leggur til rættis.
|
|
|
|
|
Havnamaðurin Njál Djurhuus, sum í eitt mannaminni hevur starvast hjá Frelsunarherinum í Oslo, hevur alt lívið havt ein óloystan spurning. Hann visti ikki, hvør pápi sín var. Sunnudagin kl. 13.10 verður Njál gestur hjá Jógvan Arge í útvarpinum. Ein sending í røðini Meg minnist.
|
|
|
|
|
Innanfyri diskin í øllum hesum rokanum stóð í mong ár Tóroddur Poulsen. Í einum livandi havnar-og arbeiðsmannamiljø, har hann óivað fekk mangan íblásturin. So góðan, at ekspedienturin í kultursentrinum nú er kosin til landsins hægstu mentanarvirðisløn.
|
|
|
|
|
Vit kunna sláa fast, at Tórshavnar kommuna er tann kommuna í landinum, sum í hesum umfarinum tilsamans hevur tikið størstu stigini til at lætta um hjá sínum borgarum. Hetta varð gjørt eitt nú við tí í huga at byrgja upp fyri teirri hóttandi fólkafráflytingini.
|
|
|
 |
 |