 |
 |
|
|
|
Jógvan Arge helt røðu, tá Ingi Sørensen í vikuni legði fram spennandi myndabók sína um lívið í sjónum kring Føroyar. Ingi Sørensen vil við bókini geva lesarunum eina livandi mynd av lívinum í havinum kring Føroyar.
|
|
|
|
|
Argir eru nógv broyttar. Skúlar og dagstovnar eru nú í nýggjum bústaðarumhvørum og fótbóltsvøllurin er longst frá gomlu bygdini. Men Argjaboði er enn Argjaboði og bátarnir húsast í Støðni. Bygdarinnar middepil er fluttur við menningini. Hvar verður hann, tá nýggja brúgvin um Sandá er komin, spurdi Jógvan Arge í røðu á Argjum í dag.
|
|
|
|
|
Eitt av endamálunum við familju- og jólakonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri er at vekja áhugan hjá børnum fyri tónleiki sum heild, so tey fása góða nyttu av honum í lívinum. Annað endamál er at royna ungar tónleikarar og barnakór saman við orkestrinum.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge helt væl fagnaða og áhugaverda røðu um Júst Sivertsen og hansara stóru trøð yviri við Strond, tá Boðanesheimið var latið upp. Trøðin var friðskjólið hjá allari familjuni. Nú verður hon friðskjól hjá teimum eldru í Havn.
|
|
|
|
|
“Mentanarvirðislønirnar hjá Tórshavnar býráð hava havt sín serstaka týdning fyri at menna føroyska málið, fatanina av listaligari dygd og virðingina fyri teimum, ið avrikað hava”, segði Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, tá virðislønirnar vórðu handaðar hósdagin.
|
|
|
|
|
Tá Málingahandilin í Havn fríggjadagin helt sín 50 ára stovningardag í Vøruhúsinum á Hjalla helt Jógvan Arge røðu vegna Tórshavnar kommunu. Brøðurnir Eyðun og Finnbjørn Mouritsen stovnaðu fyritøkuna í 1962.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, setti 20. Ovastevnuna í dýrdarveðri leygardagi Nógv fólk var í Nólsoy og hugnaði sær saman við nólsoyingum, sum høvdu fyrireikað ein hóp av tiltøkum fyri fólk í øllum aldri.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge helt røðu, tá Eigarafelagið á Norðasta horni leygarkvøldið skipaði fyri miðsummarsbáli. Hann røddi um jóansøkusiðir, Havnardal og framtíðina - við góðum søgum innímillum.
|
|
|
 |
SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |