 |
 |
|
|
|
Kl. 14:15 í dag verður seinna útvarpssending við Heina O. Heinesen. Kunoyingar vóru skjótir at fáa sær elektriskan streym. Um 1950 bygdu teir elverk norðast í bygdini. Teir róku tað, til teir fóru upp í SEV í sjeytiárunum. Næsti grannin hjá elverkinum er býlingurin Norð í Húsi, har eini trý hús eru í dag, men fleiri hava verið áður. Suðuri á Bø er býlingurin, sum Heini í Kunoy er úr. Har eru fleiri fyrndarhús, og sunnanfyri aftur er ein nýggjur býlingur, har bygt hevur verið, síðani vegasambandið fekst í lag. Har býr fitt av fólki, men var onki vegasamband, var Kunoyarbygd ikki so fjølment í dag, sum hon er. Jógvan Arge og Heini í Kunoy í útvarpinum í dag kl. 14.15.
|
|
|
|
|
Sunnudagin kl. 14:15 verður fyrra útvarpssendingin, har Jógvan Arge prátar við Heina O Heinesen um Kunoyarbygd. Í Kunoy var í farnu øld umráðandi at bøta um møguleikarnar hjá postbátinum og útróðrarbátunum at leggja at. Tá hesi viðurskifti vóru komin væl í lag, var farið undir veg suðureftir, berghol til Haraldssunds og fast samband við Borðoynna. Liviligari bleiv aftur í Kunoy. Í fyrru sendingini verður tosað um umhvørvið kring Kunoyar bygd, samferðsluna, útróður og nakað væl um býlingin Heimi í Húsi.
|
|
|
|
|
Tað, sum peikaði einamest frameftir á borgarafundinum í Nólsoy, var uppskotið um eina peningajáttan til mennandi endamál í oynni. Hetta samsvarar við tað, sum Tjóðveldi í býráðnum hevur framført um, at økispolitikkurin er at rokna sum einki, verða ikki teir bjørtu tankarnir fylgdir upp við eini peningaligari avseting, sum økisnevndin kann gera tilmæli til býráðið burturúr.
|
|
|
|
|
Triðja sendingin um Húsavík verður í útvarpinum í dag kl.14.15. Hanus undir Leitinum greiðir frá. Nú nærkast vit býlinginum Heimi á Garði, har elstu húsini eru.
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna hevur í tveir dagar hildið fjølmenta verkstovu fyri arkitektum og øðrum um miðbýin. Býráðið hevur samtykt at skriva út eina hugskotskapping um dagføring av miðbýnum við tí endamáli at fáa hann meiri livandi. Jógvan Arge, varaborgarstjóri, var ein røðari á verkstovuni.
|
|
|
|
|
Mær fell í lut at umboða Tórshavnar kommunu á móttøku, sum býráðið í Aberdeen beyð sínum næstu vinum til eitt kvøldið. Vertur var Deputy Lord Provost, sum var ógvuliga áhugaður í, hvussu gongst við oljuleitingunum í Føroyum.
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna verður partur av einum nýggjum menningarsamstarvi innan oljuvinnuna í Norðuratlantshavi. Á oljumessuni í Aberdeen hittu umboð fyri Tórshavnar kommunu umboð fyri Greater Stavanger, sum hevur tikið stigið. Á fundi við Birger Haraldseit frá ”Greater Stavanger” vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, varaborgarstjóri, og Ingebjørg Berg, kommunustjóri.
|
|
|
|
|
Eldraøkið og eldrapolitikkur skal snúgva seg um lívsgóðsku, fjølbroytt tilboð og somu rættindi hjá øllum borgarum í landinum, sigur Tjóðveldi í fráboðan frá fundi millum kommunupolitikarar, tingmanning, aðalstjórn og økisfeløg um eldramálini.
|
|
|
 |
SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |