 |
 |
|
|
|
Í nøkur ár hevur Kaldbaks Dartfelag hildið til í einum kjallara Inni á Fløtum, men er felagið farið í nýggj høli, sum eru innrættað í gamla fiskahúsinum á Skriðubakka.
|
|
|
|
|
At loypa bukk um bíðilistan og síðani selja fyri hægstbjóðandi við dýrkandi vinningi til kommununa er enn eitt tekin um, at hóast javnaðarflokkurin einsamallur hevur meiriluta á Vaglinum, so ráða sterk borgarlig sjónarmið innanveggja.
|
|
|
|
|
Tórshavnar kommuna selur jørð til 30 búeindir til hægstbjóðandi entreprenørin, sum aftur kann selja bústaðirnar til hægstbjóðandi. Høgrasamgongan í býráðnum vil ikki loyva teimum, sum standa á bíðilistanum hjá kommununi, upp í part.
|
|
|
|
|
Jógvan Arge og Heri Joensen prestur stóðu fyri tí, sum sigast skuldi, tá jólatræið varð tendrað í Kirkjubø í dag. Hóast ivaveður, var løtan hugnalig, ikki minst tí hon varð hildin inni í sjálvari Ólavskirkjuni beint eftir guðstænastuna. Les røðuna hjá Jógvani her:
|
|
|
|
|
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, helt røðu, tá jólatræið varð tendrað á Velbastað í dag. Derhard Jógvansson prestur segði eisini nøkur orð, og Havnar Hornorkestur spældi. At enda kom brandbilurin við jólamonnum at gleða tey mongu børnini,sum høvdu hættað sær oman í Miðheimin.
|
|
|
|
|
Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2015. Millum tíðindini í henni eru, at kommunan ætlar at læna 41,5 mió. kr. til íløgur næsta ár. Fyri framman standa stórar byggiætlanir fyri fleiri 100 mió. kr., sum replicas relojes valla kunna gerast uttan munandi størri lán. Í viðgerðini metti Jógvan Arge, framsøgumaður hjá Tjóðveldi, um, hvar kommunan kann enda, um hon dúvar ov nógv upp á lán til eitt nú skúlabygging og havnarbygging í komandi árum.
|
|
|
|
|
Ein minni útbygging av ítróttarhøllini í Kollafirði og ætlanir um at leggja sjóarhita inn í Mullers Pakkhús í Havn komu í trol á býráðsfundi hóskvøldið. Jógvan Arge mælti harðliga ímóti at taka ætlaða játtan frá kollfirðingum, tí tað varð fyri hálvum ári síðani samtykt at bjóða arbeiðið út.
|
|
|
|
|
”Neyvan kundi eitt beinraknari heiti verið sett á nýggju myndabókina hjá tyrluskiparanum Andreasi Mouritsen enn stutt og greitt ”Á veingjum””, segði Jógvan Arge, tá hann røddi á fjølmentu bókaframløguni í Perluni.
|
|
|
 |
 |