 |
 |
|
|
|
”Málið varð umrøtt”. Hesi trý tómu orð er alt, sum náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur at viðmerkja til umhvørvis- og dálkingarvandarnar, sum standast av stóru útbyggingini av góðs- og ferðamannahavnini í Havn. Minni kundi tað ikki vera.
|
|
|
|
|
Meginparturin av meirinntøkunum hjá Tórshavnar kommunu í 2014 fara til at gjalda farnar dispositiónir. Eftir verða 9 mió til at skoyta upp í ymsar ólidnar verkætlanir.
|
|
|
|
|
Kvøldið fyri aðalfundin í SEV kom út innispunnið tógv í breiðu samgonguni. Fólkaflokkurin, sum telur tveir mans í samgonguni, fekk mannin í SEV-sessin, meðan tey sjey javnaðarfólkini máttu lúta. Elin Lindenskov verður troystað við nýggjum formanssessi í eini svimjihallarnevnd.
|
|
|
|
|
Tá umboð fyri vinnunevndina ikki vilja geva borgum ávirkan og í forhond siga, at aðrar havnarloysnir eru ikki møguligar, kann nevndin ikki standa fyri at kanna nýggjar møguleikar. Ongin fer at trúgva kanningum, sum nevndin stendur fyri, tá sama nevnd bert trýr upp á sítt tilmæli.
|
|
|
|
|
Kollafjørður er ein væl útbygdur partur av Tórshavnar kommunu, men kortini er hóttafall á hesi stóru bygd. Tað hevur leingi haltað við møguleikunum at setast í búgv í Kollafirði. Tí er fólkatalið minkað úr 1000 niður í 900 fólk eftir fáum árum, skrivar Jógvan Arge.
|
|
|
|
|
Ein partur av hugleiðingunum hjá Jógvani Arge á Eysturskúlanum 19. mars var ein frásøgn um, tá amerikanarar í 1969 settu fyrstu fólk á mánan. Hetta var ein spennandi og drúgv reportasja, sum meir enn hálvt samdøgur.
|
|
|
|
|
Dagin fyri sólarmyrkingina 20. mars var Jógvan Arge í Eysturskúlanum og hugleiddi fyri øllum næmingunum í framhaldsdeildini og Nám X um sólarmyrking og annað, sum er knýtt at rúmdini.
|
|
|
|
|
Vónandi finna starvsfólk, fakfelag og kommuna stevið í málinum. Partarnir hava brúk fyri hvør øðrum at loysa ta týdningarmiklu uppgávuna, sum liggur í dagstovnaøkinum. Óivað hava starvsfólkini sítt at bera fram. Tað má eisini sleppa upp í part í samlaðu metingunum, tá tikið verður saman um í samstarvi millum avvarðandi partar.
|
|
|
 |
SPYR JÓGVAN |
Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.
|
 |