08.11.2021
| Evni: Bøkur
|
Ein heilt væl frágingin Krýnika
|
Norðlýsið ummælir sjeyndu krýnikuna í røðini eftir Jógvan Arge nevnd - Føroyar í andgletti
Jógvan Arge hevur gjørt tað aftur. Í síni 7. krýniku leiðir hann okkum lesarar fram til 1990’ini. Hóast skrivingin er journalistisk, er nærlagnið nærmast akademiskt uttan tó nakrantíð at verða turrisligt at lesa. Á komandi reglum skal krýnikan verða ummæld. Hvat er tað, sum ger, at Jógvan Arge altíð endar á bestseljaralistunum hjá bókahandlunum? Eitt av svarunum er skrivingarlagið. Jógvan Arge dugir sum fáur at skriva setningar, har turr fakta gerast nærum skaldskapur uttan at gerast banalt. Sum ein prosarithøvundur skrivar hann livandi og letur lesaran liva seg inn í verkið. Tað er ikki minst í síni sjeyndu krýniku ”Føroyar í andgletti”. Fyri at røkka tí tekur Arge mál upp til viðgerðar, sum tey allarflestu í málbólkinum væl minnast. Bókin er skrivað til tey tilkomnu, kanska úr fimmti-fimm ára aldri og eldri, ið upplivdu hendingarnar, skrivað verður um. Jógvan Arge arbeiðir seg kronologiskt fram gjøgnum sjeytiárini og áttatiárini, og fram ímóti búskaparkreppuni í nítiárunum. Fyrst fær lesarin eitt áhugavert innlit í eina alliansu, ið varð stovnað fyrst í 1970’unum. Hetta er grannskoðaravirkið Sundstein og Ellefsen, sum komandi løgmenninir Jógvan Sundstein og Pauli Ellefsen róku saman, og tíggju ár seinni býttu teir eisini valdið ímillum sín, har Jógvan Sundstein gjørdist tingformaður og Pauli Ellefsen løgmaður. Her meistrar Arge tað vísindaliga háttalagið; hann leggur tað fram, sum veruliga hendi, uttan at falla í grøvina at gerast partískur. Tað verður ógjørlig at koma inn á allar 16 kapitlarnar í bókini, og tað er eiheldur neyðugt, tí teir eru í roynd og veru framhald av hvørjum øðrum – tó við einum undantaki. Jógvan Arge arbeiðir seg fram frá fyrst í sjeytiárunum og kemur at enda við einum blómutyssi av kapitlum, ið hvør á sín hátt snúgva seg um kreppuna í Føroyum í 1990’unum. Undantakið er kapittul 9, ”Bumbaður í Persaflógva”, ið sum kapittul stendur púra einsamallur, leysur frá heildini. Jógvan Arge hevur hinvegin ongantíð lovað lesarunum eitt heildarverk, har hvør kapittul skal geva meining fyri tann næsta, men tað er kortini tað, lesarin væntar, ikki minst eftir at hava lisið samandráttin á bakpermuni, hóast tað har verður greitt tilskilað, at vit líka skulu eitt legg í Persaraflógvan, áðrenn vit venda aftur til kreppuna. Tað nýtist ikki at vera nakað ringt, og vit síggja eisini hesar síðusøgurnar hjá mongum høvundum, ið greiða frá, at í samtíðini hendu eisini onnur ting enn bara reyði tráðurin í bókini. Hans Jacob Debes er helst besta føroyska dømið um ein søgumann, ið nýtir sama háttalag. Onkur lesari upplivir tað uttan iva sum órógvandi, meðan aðrir lesarar fara at taka væl ímóti einum kærkomnum avbroti í lesingini. Endin av bókini er tað einasta, ið tykist óskipað í øllum bókaverkinum. Her noyðist lesarin at umstilla seg frá tí faktuella og til undirhaldspartin, eitt íðan so knapt skifti. Fyrst nevnir Arge nøkur áhugaverd yvirlit yvir landskassaveðhald; tað sum helst hevði verið skipað sum fylgiskjøl í eini vísindaligari ritgerð. Tað er framhald av faktuellu lýsingunum í frágreiðingini um 80-árini og §19-nevndini, ið varð sett at kanna. Her er tað helst upp á sítt pláss at hava yvirlit yvir veðhaldini. Men yrkingarnar at enda virka heldur malplaseraðar aftast í bókini og kundu við fyrimuni verið arbeiddar inn í kapitlarnar, alt eftir tíðarskeiði. Eitt avgjørt pluss við bókini er myndatilfarið. Fleiri av myndunum eru stak forkunnugar, og har at kalla ongin opna í bókini uttan í minsta lagi eina mynd. Hetta lættir nógv um hjá teimum meira visuelt lesandi lesarunum. Eftir kolofonini at døma er tað Jógvan Arge sjálvur, ið hevur myndprýtt; tó so, at tað er Anker Eli Petersen, ið hevur staðið fyri kortunum og tekningunum. Bókin er 187 blaðsíður til longdar. Umframt Jógvan Arge sjálvan og áðurnevnda Anker Eli Petersen, hevur Erling Isholm verið við í leikinum og hevur gjørt navnayvirlitið aftast í bókini. Føroyaprent hevur staðið fyri umbróting, prenti og innbinding, meðan tað er forlagið Tjarnardeild, ið hevur givið út. Bókin kostar 299 krónur í bókahandlunum. Uttan iva ein bók, ið fer at liggja undir mongum jólatrøum í ár. ---
|
|