25.12.2019 | Evni: Bøkur
Mentamaður í serklassa
Skriva út | Send | Aftur
Jógvan Arge - ein mentamaður í serklassa

Hvat gagn er í at koma við blómum á leiðið, tá ein er farin undir flag? Nei, gev mær eina blómu, meðan eg enn livi.

Eg hugsi um Jógvan Arge.

Tað er ótrúligt, hvat hann hevur greitt út hondum.

Ár eftir ár.

Einastandandi søguligar perlur. Dygdarverk.

Tær fanga hvørjaferð.

Grundin er, at skriving hansara er viðkomandi og fólkslig um tjóðarinnar stríð, tár, sveitta og blóð, tap og sigrar, fyri ikki at tala um um heiðurlig landnám á øllum økjum, sum eru ein sjálvbjargnari tjóð virðiligt.

Hetta er okkara søga, okkara lagna og forløg.

Veit ikki, um maðurin fær nakran almennarn styrk, men um ikki, so latið manninum eina virðiliga lívsløn bæði hvat stødd og heiðuri viðvíkur. Alt annað er stór skomm.

Hann hevur tað so sanniliga uppiborið – um nakar, tí hann skarar framúr. Honum verða ynskt mong góð ár til at virka framyvir.

Kajfinn Hammer

Eg veit ein mátt, sum lívgar fold, ein yl, sum kveikir lív úr mold; eitt bræv, av hond ei skrivað er, eitt lot, sum vón um frælsi ber. Og um tú vilt tær sjálvum væl, minst til, at lívið ei er spæl. Kom bygg ein heim, øll kunnu liva í, Tað snýr seg um títt lív, ta dýru tíð. Mikis Theoderakis.

< Mentamaður í serklassa | Niels Juel Arge 100 ár >