18.12.2019 | Evni: Bųkur
Tjóšarlašing į Bryggjubakka
Skriva út | Send | Aftur
Nestorurin ķ fųroyskum śtvarpsarbeiši, Jógvan Arge, er aftur komin fram į torg viš einari krżniku, hesaferš hini fimtu ķ rųšini. Haldi at til ber at rópa hesa rųšina fyri journalistiskar endurminningar.

Jógvan er tann seinasti ķ tķ gomlu garduni į Bryggjubakka, sum framvegis er virkin, og taš var av sonnum eitt valališ av tjóšlašarum hann starvašist saman viš, har nišri viš Vestaruvįg ķ hųvušsborgini: Niels Juel Arge, Ķvar Iversen, Lias ķ Ręttarį, Finnbogi Ķsakson, Įrni Absalonsen og Marius Rein. Seinri lųgdust fleiri afturat, og sigast kann um stovnin, at var hann ikki komin, hųvdu Fųroyar veriš einar ašrar enn tęr eru. Fremsti mentanarstovnur landsins, ķ hvussu er tann av ųllum, sum įvirkar fųroyingin alra mest - sólarringin į tamb.

Havi sjįldan veriš so rśnarbundin, sum tįiš eg las bókina „The Rise and Fall of the Third Reich“ sum amerikanarin William L. Shirer hevur skrivaš. Eg kendi ikki mannin, tķ ivašist eg mangan ķ sannleikaviršinum, mašurin var ikki sųgufrųšingur, men journalistur.

Hinvegin, hann var har, tįiš taš hendi, tķ var hann fyrstahondsvitni til taš mesta. Uttan at samanbera Shirer og Arge, so hava teir taš til felags, at teir bįšir eru journalistar, duga at skriva, og so vóru teir į „hermótinum“, tįiš taš hendi.

Taš mesta ķ bókini er frį hųvundans stjųrnutķš sum tķšindamašur, og taš hendi eitt og hvųrt ķ sjeytiįrunum. Tįiš peningurin var uppi frį strķšsįrunum rendu Fųroyar seg ķ tann harša sosiala kampin ķ fimtiįrunum. Erlendur Patursson var primus inter pares hjį fųroyskum fiskimonnum og indiskutabul oddviti hjį tjóšskaparrųrsluni.

Verkamenn vóru eisini ķ verkfalli. Sekstiįrini lķktust meiri eini sorgleysari La Belle Époque viš skeivum hippie“arum og sķšullašum monnum. Hann brast į aftur ķ sjeytiįrunum.

Hetta er tķšin tįiš ein sjįlvur gerst tilvitašur samfelagsliga og politiskt, tķ er hendan bókin hjį Jógvani so serliga viškomandi fyri okkara ęttarliš og tey sum eru yngri enn taš, og sum ikki vóru har tįiš taš hendi.

Strķšiš fyri ella ķmóti EEC-limaskapi, fiskimarksmįliš og śtróšrarverkfalliš. Hetta var lķkasum bulurin, men taš fór at goysa ķ Vestmannaoyggjum, olympiskir leikir vóru ķ Vesturtżsklandi, ķslendingar vóru ķ toskastrķši, ein „nżggjur“ Smyril kom til Fųroyar, eitt óvęntaš regime tók viš valdinum ķ Tinganesi, fųroyingar vóru ķ krķgssigling ķ Bangladesh og ein rituvķkskingur bjargaši tśsundum av vietnamesarum sušur śr Mekong Oyruni.

Fųroyingar eiga at keypa sęr hesa bókina, tķ her fęst nógv at vita frį einum manni, sum tį var fyrstahondskelda og mašurin minnist sum ein elefantur. Nevndi sosiala kampin ķ 50“įrunum, og nś hendi taš paradoksala ķ sjeytiįrunum, at

Tjóšveldisflokkurin sat ķ landsstżrinum og umsat fiskivinnumįl, tįiš alt tųrnaši fyri, og śtróšrarmenn śr ųllum landinum gjųrdu bart. Stimašu til Havnar og blokerašu taš sum blokerast kundi. M.a. vóru teir ķ Sjónleikarhśsinm og hugdu eftir nżskrivaša sjónleikinum hjį Steinbirni B. Jacobsen. Skipiš. Var sjįlvur har, ein ųgiligur rómur, menn kendu seg aftur ķ mįlbrśkinum.

Vónandi fer onkur sųgufrųšingur at skriva um śtróšrarverkfalliš. Hvķ alt kom upp ķ ein stśgva, og hvussu varš mįliš loyst? Taš fer at koma, men Jógvan var har sum reportari og vit fįa at vita frį honum hvat iš hendi į gųtunum ķ Havn og ašrar stašir ķ landinum.

Havi mangan hugsaš um hesar lķtiš sambęriligu makkararnar Adolf Hansen og D. P. Danielsen. Adolf var formašur, hann var ikki sųrur, mešan sakfųrarin D.P. stżrdi verkfallinum eftir kendum vinstrahallum strategium.

Taš sęst best ķ einum bręvi hann hevur sent Havsteini Ellingsgaard, Tórsteini Vilhelm og Óla Jacobsen hin 8. juni 1975. Teir vóru nevndarlimir ķ Rįfiskagrunninum og hann gav teimum loyvi til at koma til Havnar į fund og at fara śr hųvušsborgini aftur.

D.P. var vķšgongdur socialistur, gav śt blašiš Rošin, og taš er eyšsżnt at metodurnar eru tiknar śr tķ ambošskassanum. Finnbogi segši męr einferš frį einari sųgu, har D.P. og fylgisveinar ętlašu at taka Śtvarpiš ein av dųgunum, men taš miseydnašist, tķ at śtvarpsstjórin og ein av śtróšrarmonnunum śr Klaksvķk kendust somikiš vęl, at revolutiónin į Bryggjubakka miseydnašist.

Bókin. Fųroyska mįliš. Vit. Hava taš betri enn nakrantķš. Keypiš hesa bókina hjį Jógvani tykkum sjįlvum til kunningar og ųšrum til vitanar.

Tórbjųrn Jacobsen

< Mķn krżnika 5 - ummęli | Mentamašur ķ serklassa >