04.10.2017 | Evni: Břkur
Nýggj bók frá Jógvan Arge
Skriva út | Send | Aftur
Á nýggjárinum vóru 50 ár síđani Jógvan Arge byrjađi sum journalistur. Fyrstu árini var hann nćmingur á střrstu donsku tíđindastovuni Ritzaus Bureau í hjartanum í Keypmannahavn. Síđani hevur hann veriđ í fřstum starvi í Útvarpi og Kringvarpi Fřroya til 30. juni 2017.

Viđ sínum lćtta penni sigur hann nú frá fyrstu tíđini í yrkinum. Ritzau var ein stór og larmandi redaksjón. Har var fult av telexum, sum bóru uttanlandstíđindi frá Reuter, AFP og DPA, og heimatíđindum úr řllum herađshornum í Danmark.

Fólk var á vakt allan sólarringin gerandis sum heilagt. Framleiđslan úr floyminum varđ latin řllum danska tíđindaheiminum at nýta, og Ritzau legđi dent á greiđ og skjót tíđindi uttan liđhall. Jógvan skifti ímillum tíđindi uttanlands og innanlands, kriminaltilfar og ítróttatíđindi.

Eitt hálvt ár var hann á Danmarkar Journalistháskúla í Ĺrhus, har nógvur íblástur var at veiđa.

Hann var á ferđ til Kiel, Lu:neburger Heide, Bergen Belsen, Hamburg, Vestur Berlin, Křln, Bonn og Bruxelles. Fyri útvarpiđ var hann til fótbólt í Reykjavík og Stokkhólmi og segđi frá fyrstu mannađu mánaferđini í 1969 úr Keypmannahavn. Tađ var eitt langt třrn.

Stríđ var um fřroyaflúgvingina, Jens Otto Krag var á fřroyingafundi á Kannibalinum, bardagar vóru viđ amerikonsku sendistovuna í mótmćlisgongu móti Vietnamkrígnum. Jógvan var á fřroyaferđ viđ Fríđriki kongi, rok var um kjakleikin Fćringer-Frćnder á Fiol-Teatrinum og hildiđ varđ lítiđ um sjónvarpssendingar, sum danir gjřrdu úr Fřroyum.

Í bókini eru nógvar myndir og dřmi um tíđindi og greinir frá Jógvansa hond í blřđum í Danmark. Bókin er um 200 síđur viđ vćl av myndum og kostar 299 krónur.

---

< Nýggj bók frá Jógvan Arge |