05.07.2017 | Evni: Rųšur
Vit eiga bęši frįsųgufólk og originalar
Skriva út | Send | Aftur
Frįfaringarmóttųka 23. juni 2017

Góšan dag ųll somul. Eg eri fegin um, at tit eru mųtt so mannsterk upp til hesa frįfaringarmóttųku ķ dag. Samstundis takki eg kringvarpinum fyri, at taš ger so nógv burturśr, nś mķtt skeiš sum starvsfólk her er at enda komiš.

Lķviš ķ śtvarpinum hevur veriš nęstan lķka umleypandi sum vešurtķšindini hava veriš hesi slųku 48 įrini ķ fųstum starvi. Stundum hevur veriš liggjandi góšvešur. Ašrar lųtur hava aldurnar gingiš hųgar og višhvųrt hevur stašiš um hśsbrot – ķ fluttari merking.

Men altķš hevur onkursvegna eydnast at finna inn aftur į slęttan sjógv, og samanumtikiš hava įrini ķ śtvarpinum og kringvarpinum sķšani 1. januar 1970 veriš įhugaverd og spennandi.

Tś skuldi sum śtvarpsfólk hava tunguna mitt ķ munninum, og hóast tś vart kritiskur og bręneggjašur, skuldi tś ikki órętta nakran. Taš ringasta var at falla fyri freistingini at hongja fólk śt – uttan haldgóšar grundir.

Fyrstu tķšina sum tķšindamašur var eg ķ mongum vasa. Longu fyrsta dagin fekk eg ein lųgmann upp į nakkan, tķ eg so trįliga spurdi eftir įvķsum tķšindum, sum hann įtti at vita. Nakaš seinni fekk eg vitjan av ikki minni enn tveimum landsstżrismonnum, sum bóru męr bošini, at eg var starvsettur hjį landinum, og sum slķkur kundi eg ikki gera hvat sum helst.

Orsųkin var ein frįsųgn, eg hevši ķ danska śtvarpinum frį eggjakrķgnum hjį garnamonnum. Fleiri lųgtingsmenn vóru sperdir eins og fśtin, sum legši persónliga uppķ. Įtalan, sum eg fekk, mundi standast av, at tķšindini um hesa haršligu gongdina ķ havnargųtum fręttust heilt til Slotshólmin ķ Keypmannahavn.

Į Karlamagnusarborgini ķ Bruxelles

Taš var stręviš at byrja sum tķšindamašur ķ Fųroyum. Eg var vanur viš feršina, sum var ķ Danmark. Ķ Fųroyum var lķtil ferš afturķmóti. Hugburšurin tóktist vera: Veršur taš ikki ķ dag, so veršur taš ķ morgin. Tķ var taš tógviš at fįa tķšindir frį hondini.

Men tó so - millum politikarar og onnur viš įbyrgd, vóru eisini tey, sum skiltu, at tķšindaflutningur hevši tżdning. Tķ bóru tey seg ikki undan. Taš gav at bķta, tį eg ķ mars 1971 - sum nakaš heilt óhugsandi tį į dųgum - fleyg nišur til Bruxelles at siga frį fyrsta fundinum, har nżggi lųgmašurin greiddi frį Fųroya stųšu ķ ministararįšnum.

Atli Dam visti ikki av, at eg var har, fyrrenn hann eftir fundin sį meg ķ trappunum į ovastu rók į Karlamagnusarborgini. ”Hvat gert tś her?, segši hann. ”Eg eri komin aftanį tęr”, svaraši eg.

Eg baš hann um eina samrųšu. Jś, taš var gamanķ. Men sendinevndin hevši feršasešil til eitt flogfar śr Amsterdam til Keypmannahavnar um eina lųtu, og hinir gingu į lųgmannin at fįa hann at skunda sęr.

”Je, mį tosa viš śtvarpiš fyrst. Eg komi, tį eg eri lišugur!”, svaraši hann.

Hitti Jens Otto Krag

Leikurin um EEC-mįliš var tį av įlvara farin at orna, og oršaskiftiš var hvast millum partarnar. Vit skuldu sjįlvsagt lżsa gongdina, men ikki ganga nųkrum parti til handa.

Eitt sindur meiri trżst skuldi til at fįa forsętisrįšharran Jens Otto Krag at tosa, tį vit vóru aftur ķ Bruxelles seinni. Ķ fyrsta umfari fekk eg nei. Tį svaraši eg stutt og greitt: ”Jeg insisterer på et interview med statsministeren!”

Tį kom pressutalsmašurin aftur og segši, at gųtan var greiš til Jens Otto Krag. Har fekk eg stųšuna ķ EEC-mįlinum lżsta śr sjónarhorninum hjį sjįlvum danska forsętisrįšharranum. Hann helt, at taš fór at bera til, at Danmark fór uppķ og Fųroyar vóru uttanfyri. Fjśrtandi vildi ķ eini višmerking vera viš, at Krag hoppaši sum ein krįka uttan um spurningin.

Hetta heilaga evangeliiš

Eg havi hesi įrini havt hųvi at luttaka ķ ųllum tįttum ķ śtvarpsarbeiši. Tį eg byrjaši, vóru vit ikki so nógvir į Bryggjubakka, so tś kundi koma śt fyri at gera sumt, sum tś aldrin hevši droymt um.

Ein illvešursdag lį Axel Tórgarš innikavašur ķ Kvķvķk. Hann hevši ikki fingiš ”Hetta heilaga evangeliiš” til leygarkvųldiš frį hondini, įšrenn vegirnir vóršu stongdir, so hann ringdi tekstin sušur til Havnar.

Nś var spurningurin, hvųr iš lesa skuldi. Śtvarpsstjórin kom til mķn og spurdi, um eg ikki kundi lesa evangeliiš. Taš gjųrdi eg. Men eg eri ongantķš bišin aftur.

Hinvegin eri eg bišin aftur til so mangt annaš. Taš vita tey flestu um, so taš nżtist męr ikki at reksa upp her į mķnum sķšsta degi ķ fųstum starvi. Men eg havi trivist ķ ųllum leiklutunum og havi havt viš nógv fólk at gera bęši inni ķ hśsinum og uttanfyri.

Taš hevur veriš hugaligt at feršast um landiš ķ śtvarpsųrindum. Móttųkurnar hava altķš veriš góšar og blķšskapurin stórur. Hendingaferš kundi tś fįa eitt skerpitjógv frį Bolla Sirdal ella nakrar ręstar greipur frį Christian Frķšriki į Noršoyastevnu.

Spennandi uttanlandsferšir

Taš hevur eisini veriš hugaligt at feršast śti ķ heimi – serliga tey įrini, landslišiš ķ fótbólti fór upp ķ HM og EM-kappingar. Hetta var um sama mundiš, sum Berlin-mśrurin og Jarntjaldiš rapašu millum eystur og vestur.

Taš gav okkum hųvi at uppliva eystanlondini og gera feskar sendingar um višurskiftini ķ hesum fįtęku gomlu kommunistisku londunum.

Ein sera spennandi avstingari varš gjųrdur til grannarnar ķ Noršurķrlandi, har vit fingu hųvi at seta okkum inn ķ tey flųktu višurskiftini og lżsa tey dag um dag śr Belfast; eitt nś hitti Magni sjįlva Bernadette Devlin ķ einum skżmaskoti. At vit so fingu javnleik aftrat, gjųrdi ikki feršina verri.

Avbjóšandi tķš

Eg havi altķš veriš įhugašur ķ frįsagnum frį farnum tķšum. Mundi vera ein av trśgvastu lurtarunum hjį pįpa mķnum ķ so mįta. Men eg aftraši meg leingi at taka tįttin upp, tķ eg helt meg vera ov ungan at leggja meg į handan bógvin.

Sķšani eg slapp śr 30 įra leiklutinum sum deildarleišari į tķšindum og sķšani programmum, havi eg lagt meg eftir samrųšum viš fólk um teirra lķv og upplivingar. Hesar sendingar havi eg gjųrt, tķ eg haldi, at hetta er ein tįttur, sum ikki eigur at hvųrva śr śtvarpinum.

Hesi įrini hava eisini veriš avbjóšandi. Eg hitti ofta lurtarar, sum taka til, hvussu vęl fólk duga at siga frį. Eg eri pśra samdur. Onnur hava hug at siga, at ongi frįsųgufólk eru eftir. Taš passar ikki. Taš er bara ein spurningur um at leita tey upp. Sama er at siga um originalarnar. Teir eru framvegis har śti - sum tey siga į nśtķšarmįli.

Sķšsta juni veršur mķn sķšsti arbeišsdagur ķ fųstum starvi. Eg nżti tķ hųviš til at takka fyri tķšina, mųguleikarnar og samarbeišiš.

Fyri ein ordans skyld skal eg nevna, at eg fari ikki longur, enn at eg til heystar framvegis fari at hava sendingar ķ śtvarpinum. Hetta er ein avtala, sum eg og stovnurin hava gjųrt.

So kanst tś spyrja hvķ? Eg kann fyri mķtt viškomandi svara, at taš partvķs er tķ, at eg eri ikki heilt vķsur ķ, um eg klįri eina ov krappa yvirgongd til lķviš sum pensjónistur.

Takk fyri at tit komu og lżddu į!

---

< Jógvan Arge 70 įr | Nżggj bók frį Jógvan Arge >