21.10.2016 | Evni: Býráđiđ
Tey flokkast um okkara valskrá
Skriva út | Send | Aftur
Tjóđveldi hevur í tveir mánađir víst á, at farandi býráđsmeiriluti hevur veriđ eitt byggi- og betongstýri uttan mál og miđ, og at neyđugt tí er at seta fólkiđ fyrst og fremst, so borgarar í řllum aldri kunnu fáa veruligar ábřtur.

Serliga hava vit víst á, at ongin í meirilutanum tykist hava hugsađ ein tanka um tćr stóru avbjóđingar, iđ verđa á eldrařkinum í framtíđini, og at átřk tí mugu setast í verk beinanvegin.

Vit siga, at 10 mió. kr. beinanvegin skulu setast av til fleiri heitar hendur í heimatćnastuni og á ellis- og rřktarheimum. Vit siga eisini, at 10 mió. kr. mugu setast av til meira tíđ til břrnini á dagstovnunum.

Vit hava somuleiđis sett út í kortiđ at fáa bústađarmřguleikarnar á beint, tá vit koma framat á Vaglinum, og víst á trupulleikarnar viđ avoldađum kloakkum og střđugt fćkkandi parkeringsplássum í býum.

Hugaligt er at síggja, at síđan vit fóru at tosa um at seta fólk fram um betong, endurljóđar hendan stevnan í valskráum hjá hinum flokkunum.

Viđ gongdini seinastu vikuna stađfesta vit tí, at í valskránni hjá Tjóđveldi er kósin longu lřgd fyri mongum av tí, sum skal henda nćstu býráđssetu í Tórshavnar kommunu.

Skal kósin verđa framd, krevst tó, at vit fáa dyggan stuđul á valinum 8. nov. - so dyggan, at ongin sleppur uttan um lista E valkvřldiđ. Vit hava ćtlanirnar, og vit eru til reiđar.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóđveldi

---

< Fólkiđ fyrst og fremst | Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ >