12.10.2016 | Evni: Býráđiđ
Vandi fyri óviđkomandi atlitum
Skriva út | Send | Aftur
Nú býráđsvaliđ stundar til, er eyđsýnt, at fleiri valevnir, sum frammanundan eru lřgtingsfólk, eisini vilja stjórna Tórshavnar kommunu. Vandi er tí fyri, at fleiri enn eitt nú borgarstjórin enda í dupultleiklutum í býráđnum og lřgtinginum.

Avleiđingina av dupultleiklutinum hjá borgarstjóranum hava vit longu sćđ, og vit kunnu ímynda okkum, hvussu standurin verđur, um 4-5 fimm lřgtingsfólk sum limir í Tórshavnar býráđ í heilum fara at jonglera viđ hóttanum millum kommununa og lřgtingiđ fyri at fáa sín vilja.

Tá verđur kommunan neyvan stýrd samsvarandi tí, sum er best fyri borgararnar í kommununi, men tí, sum politiskt er best fyri lřgtingslimirnar/býráđslimirnar sjálvar í antin kommunala veruleikanum ella landspolitiska veruleikanum.

At taka óviđkomandi og ósaklig atlit í fyrisitingarmálum kallast valdsreinging. Í hesum fřrinum er talan um politiskar persónar í dupultleiklutum, sum kunnu taka óviđkomandi og ósaklig atlit egna vegna. Tađ er politiskt ótolandi og ringur stílur.

Flestu flokkar halda tađ vera neyđugt at styrkja sínar uppstillingar viđ valevnum, sum frammanundan eru lřgtingsfólk. Valevnini vilja ivaleyst tađ besta. Tey hugsa helst eisini, at veljararnir mugu bestemma.

Mín áheitan er, at veljararnir á valinum 8. november bera so í bandi, at Tórshavnar býráđ ikki gerst ein křvandi hurlivasi av dupultleiklutum til frama fyri áhugamál og atlit, iđ eru Tórshavnar kommunu og hennara borgarum óviđkomandi.

Verđur tađ lagiđ, verđur sera trupult at stýra kommununi nóg vćl.

Vit eru fleiri, sum bara ćtla at rřkja býráđsarbeiđiđ, verđa vit vald. Vit fara at gera okkara allarbesta til tess at tryggja, at áhugamálini hjá Tórshavnar kommunu og hennara borgarum altíđ verđa sett fremst.

Tađ var eisini hugsjónin, sum lá undir, tá Tjóđveldi í Tórshavnar býráđ atkvřddi ímóti leiklutinum hjá okkara borgarstjóra sum lřgtingsmađur og borgarstjóri samstundis.

X viđ E.

---

< Musikkskúlin á vegamóti | Nýggj bók frá Jógvan Arge >