10.09.2016
| Evni: Býráðið
|
Borðið fangar borgarstjóran
|
Mikil málageipan er um spísiborðið, sum keypt er til Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er týðuligt, at hetta keyp fellir øllum býráðlimum illa, tí millum 300 og 400.000 krónur er ikki prísur, sum dagliga verður goldin fyri spísiborð í Føroyum.
Both men and women deserve the AAA Swiss breitling fake watches UK.
Býráðslimirnir hava allir sagt sína meining alment. Teir meta hetta keyp sum oyðsl við skattaborgarans pengum. Tekniski stjórin hevur eisini sagt sína søgu. Hann sigur, at avgerðin um keypið er tikin á stjórnarfundi í kommununi. Stjórnin í Tórshavnar kommunu er eitt forum, har borgarstjórin og teir fýra stjórarnir hava sæti. Sum býráðslimir skilja aðrar vegir, hevur borðkeypið ikki verið fyri í stjórnini. Hvør eigur so apuna? Tann einasti, sum onga meining hevur um hetta er borgarstjórin, men hann strekti seg í tíðindunum í KVF í gjárkvøldið til ein boðskap um, at allir býráðslimir hava vitað um borðið. Sannlíkt er, at býráðslimir á vitjan í Móttøkuhúsinum eftir innbjóðing borgarstjórans hava fingið at vita, at her stendur eitt nýtt borð. Men ongin býráðslimur hevur havt minsta ánilsi av, at borðið kostaði millum 300 og 400.000 krónur. Og tað er har, hundurin liggur grivin. Málið er ikki viðgjørt í politiskum nevndum. Og sum tíðindini nú ljóða av Vaglinum, er tað heldur ikki viðgjørt í stjórnini. Tekniski stjórin átók sær ikki ábyrgdina fyri keypinum í samrøðu við útvarpið, men legði hana á stjórnina, sum onga viðgerð hevur havt. Og borgarstjórin roynir nú at skumpa málið yvir á býráðslimirnar, sum onga viðgerð hava havt og tí ikki hava vitað um okursprísin, ið kom undan kavi í fjølmiðlunum í vikuni. Borgarstjórin hevur evstu umsitingarligu og politisku ábyrgdina á Vaglinum, og tí kann ábyrgdin, sum málið stendur, ið hvussu so er plaserast hjá honum sjálvum. ja, borðið fangar. ---
|
|